Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Vit eru í gongd við at royna okkara arbeiðsætlanir, útseting og innafturtøku av drekanum eins og fjarstýring av skipanini, sum at enda skal føra til áhaldandi el-framleiðslu inn á føroyska el-netið.

Nakað soleiðis sigur svenska fyritøkan Minesto, sum ger royndir við einum sonevndum sjóvarfalsdreka, sum skal framleiða elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi.

Felagið, sum er børsskrásett, dagførdi í gjár sína heimasíðu við nýggjum tíðindum um arbeiðið í Vestmanna, og sigur, at tað gongst eftir ætlan.

15 fólk úr Svøríki og Stórabretlandi eru í løtuni í Vestmanna og fáast við arbeiðið at seta drekan út og gera neyðugu royndirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo