Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Royndirnar higartil í Vestmannasundi hava verið góðar, og arbeiðið at byggja drekan í veruligari stødd gongur eisini eftir ætlan, tað sigur Martin Edlund, doktari og stjóri í svensku fyritøkuni Minesto, sum saman við SEV í eina tíð hevur arbeitt við eini verkætlan, sum snýr seg um at framleiða elorku úr sjóvarfalsorkuni sum er í Vestmannasundi, við miðilin energyblobal.com.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðnum er eisini at samstarva við lokalar veitarar, ikki minst fyri at tryggja kostnaðardyggar loysnir, sigur Martin Edlund.

Royndirnar við núverandi drekanum skulu brúkast til at framleiða ein nógv størri dreka, sum eisini fer at framleiða nógv meira streym.

ES hevur játtað hálvafjórðu millión evrur til granskingina hjá SEV og Minesto í Vestmannasundi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo