Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ongin ivi um, at rákið í øllum vesturlondum er meira tvørgeiraligt og tvørprofessionelt samstarv innan almennar tænastur til fólk við stórum avbjóðingum. Hetta viðvíkur t.d. børn í byrjandi barnaverndarmálum, børn, ið hava fingið staðfest t.d. ADHD, autismu og etingarólag, fólk, ið hava stórar sosialar líðingar t.d. rúsbundni og fólk, ið hava kompliceraðar sjúkur ella bera álvarsom brek.

Í 2008 byrjaði eg upp á mína PhD, har eg kannaði tvørprofessionella samstarvið rundan um børn í byrjandi barnarverndarmálum í Danmark og í Onglandi. Harafturat var eg við í donskum og enskum netverkum um økt tvørprofessionelt samstarv innan heilsuøkið, útbúgvingarøkið og sosiala økið meira generelt.

Eg kom aftur til Føroyar í 2012, og tá vóru byrjandi tekin til meira tvørprofessionelt og tvørgeiraligt (tvørsektorielt) samstarv her hjá okkum. Men eg má ásanna, at her í 2021 er tann stóra menningin innan tvørprofessionelt og tvørgeiraligt samstarv ongantíð komin í Føroyum; og enntá í nøkrum førum er tað gingið afturá. Eg havi roynt at gjørt mítt, og eg siti nú og eftirmeti, um eg ikki havi dugað nóg væl at birt uppundir har, sum eg havi havt ávirkan.

Eg er komin fram til, at ein partur av frágreiðingini er eisini, at í Føroyum 1) eru vit ógvuliga vanabundin, 2) vit hava torført við at gera eftir forskriftum og 3) okkum dámar væl at vera í bólkum. Okkara alskur til okkara bólkar ger tað trupult at fara tvørtur um professiónir, tvørtur um stovnar, tvørtur um mørk hjá fakfeløgum, at fara tvørtur um ymisk áhugafeløg, at samstarva við onkran annan, sum hevur øðrvísi politiska meining, at samstarva við onnur, ið hava øðrvísi átrúnaðarliga meining/onga átrúnaðarliga meining og tvørtur um bygdir/býir.

Tó haldi eg eisini, at vit hava nakað serstakliga gott sum føroyingar: 1) vit duga at umstilla okkum skjótt, 2) vit kenna øll ómetaliga væl hvønn annan, 3) vit eru nógv orienterað ímóti, hvat hendir í londunum uttan um okkum og 4) vit hava nógv sera dugnalig og etisk tilvitað starvsfólk í Føroyum. So nú er tíðin komin til, at vit við teimum góðu føroysku eginleikunum bretta upp um ermar og taka eitt stórt tak rætta vegin. Tí um vit ikki koma í gongd nú, so fara nógvir føroyingar við stórum avbjóðingum at líða meira enn neyðugt. Og somuleiðis verður hetta í framtíðini ein stórur samfelagsligur og fíggjarligur missur fyri okkara tjóð; og so rakar tað okkum øll - eisini okkum, ið ikki hava álvarsamar avbjóðingar!

Seinastu 15 árini hava nógvir fyrispurningar og nógv orðaskifti verið í løgtinginum um tørvin á meira tvørgeiraligum og tvørprofessionellum samstarvi. Í seinastuni havi eg lisið og hugt at hesum tilfari á logting.fo (forrestin ein super heimasíða!) - og har havi eg konstaterað, at har eru nakrir álvarsligir feilir! Tað eru sum oftast bert nakrar sera góðhjartaðar løgtingskvinnur, sum taka lut, tá ið hesi mál eru frammi. Og hattin av fyri hesum kvinnum, ið hava eitt hjarta fyri teimum menniskjum í okkara landi, ið líða. Men eg haldi, at í kjakunum hava hesar løgtingskvinnur ikki nóg væl megnað at inndraga fíggjarligan missin og tann samfelagsliga missin, sum fer at koma, um vit bara lata standa til og onki gera.

Somuleiðis, tá man hyggur aftur á orðaskiftini í løgtinginum, so hava flestu av tykkumløgtingsmonnum eina rokning at gjalda: Tit hava so at siga hildið tykkum burtur í øllum slíkum orðaskiftum. Og hetta er ein skandala! Tí tit løgtingsmenn megna ofta betur enn flestu løgtingskvinnur at fokusera upp á fíggjarliga og samfelagsliga missin, ið fer at koma, um vit onki gera. Og tit løgtingsmenn: tað er ikki ein kvinnueginleiki at hava umsorgan fyri teimum, ið treingja!

Mín boðskapur er tí til politikkarar, starvsfólk á hesum økjum og okkum føroyingar, sum heild: Latið okkum taka okkum saman í stundini! Vit hava stórar trupulleikar við vaksandi rúsbundni, fólk við psykiatriskum diagnosum, ið ikki fáa røttu viðgerð og útbúgvingarliga hjálp, fangar, ið enda aftur og aftur í somu støðu, álvarslig sjúk fólk og fólk, ið bera umfatandi brek, sum ikki fáa rehabilitering, og børn og foreldur í barnaverndarregi, ið ikki fáa ta hjálp, ið tey treingja til. Latið okkum í verki fara at elska okkara næsta eins og okkum sjálvi!

Jóhannes Miðskarð,
PhD við einari starvsleið í lívslangari læring, arbeiðsorganisering og leiðslu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo