Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tíðin gongur so skjótt, og ein dag gongur tað upp fyri hvørjum einstøkum av okkum, at lívsleiðin her á fold er at enda komin.  Í mínum føri nærkast tann dagur skjótt, tá ið eg fyri síðstu ferð skal leggja lyklarnar til bussin frá mær og møta mínum elskaða Frelsara.

Tað var í 2002, at eg fyrstu ferð hoyrdi um Føroyar.  Hetta var á einari vitjan í Hetlandi.  Har møtti eg einum bólki av trúgvandi føroyingum.  Tey bjóðaðu mær til Føroya á vitjan.  Tá var tað soleiðis, at Norrøna legði inn á Lerwick tvær ferðir um vikuna.

Eftir at hava biðið fyri hesum í meira enn tvey ár, var eg umsíðir fúsur til at fara úr tí trygga Bretlandi – til eitt land, har eg hvørki kendi til mál ella siðir hjá oyggjabúgvunum. 

Eg spurdi meg fyri um Føroyar hjá nógvum bretum, sum høvdu vitjað í oyggjunum.  Frá teimum fekk eg at vita, at talan var um eitt vakurt land.

Tað var í juni 2004, at eg koyrdi bussin (dupultdekkaran hjá mær) umborð á Norrønu – og eitt kærleiksævintýr byrjaði.  Eg ætlaði mær bara at steðga tvær vikur í Føroyum, men eg steðgaði í tríggjar mánaðir.  Eg bleiv so góður við Føroyar og við tað føroyska fólkið.

Tað var á hesari vitjanini í Føroyum, at eg hoyrdi um, hvussu blíðir føroyingar høvdu verið móti bretum undir Krígnum, og hvussu djarvir føroyskir sjómenn høvdu verið – í vandasigling øll krígsárini.  Eg skilti tá eisini, hví Harrin hevði sent meg til Føroya.

Nevniliga fyri at takka tykkum øllum fyri tað, ið tit sum fólk gjørdu fyri Bretland undir Krígnum.

Nógvir av tykkara landsmonnum lótu lív í hesi vandasigling við matvørum til tað tá so hart sperda Bretland.  Og heimafólkið í Føroyum sýndi stóran blíðskap og vælvild móti teimum bretsku soldátunum, sum vóru komnir til Føroya at hjálpa tykkum at verja landið móti einum fígginda, ið ætlaði at trælbinda alla verðina.  Men í góðum samstarvi eydnaðist tað føroyingum, bretum og øðrum tjóðum at vinna hetta kríggið.  Undir Krígnum vóru Føroyar ein sterkur skansi og ein góð og trygg flotahavn, har konvoyirnar hjá teimum sameindu í Norðuratlantshavi altíð kundu søkja sær skjól.

Tá ið eg gav meg sjálvan til Jesus, var eg ein doyggjandi maður.  Eg hevði fingið at vita, at eg hevði bara nakrar dagar eftir.  Eg hevði tá í meira enn 20 ár búleikast á gøtunum í London – sum eitt rekavætti og alkoholikari – og eg brúkti bara Jesu navn sum eitt banniorð.  Eftir at eg í ár 2000 hevði havt krabbamein í hálsinum, tvær ferðir, var allur kroppurin púra niðurundirkomin.  Eg hevði eisini fingið skrumpilivur, og eg væntaði, at eg fór at doyggja skjótt.

Tá (í ár 2000) gav eg Jesusi meg sjálvan – tað, sum eftir var av lívinum.  Eg kann lova tykkum fyri, at tað er tann besta avgerð, sum eg havi tikið í mínum lívi.  Við einum eittpunds mynti, og bara nøkrum døgum eftir at liva, byrjaði eg at fortelja fólki um mín undurfulla Frelsara og Hansara kærleika og miskunn.

Fýra ár seinni (í 2004) gav eg Harranum eitt lyfti afturat.  Eg lovaði at halga mítt lív til fólkið í Føroyum.  Síðani havi eg hvørt ár verið so leingi, sum til ber, í hesum landi, ið eg nú rokni sum mítt egna.  Børnini kenna meg sum mannin við bussinum – ella tann gamli maðurin við slikkipinnunum.  Á hvørjum ári havi eg nevniliga nakrar túsund slikkipinnar við mær til Føroya, til børnini – og tað tryggjar so eisini tøgn í samkomunum, meðan eg tali til fólkið.  

Um Gud vil, fylli eg 75 ár um nakrar vikur.  Arbeiðið byrjaði við einum eingilskum eittpunds mynti og í trúgv á, at Gud fór at taka sær av ØLLUM, ið mær tørvaði. Enn havi eg hvørki søkt um ella fingið nakra ellisrentu.  Eg líti á, at Gud framvegis fer at geva mær alt, ið mær tørvar.  Hann hevur ONGANTÍÐ svikið meg.             

Í dag halda vit 75-ára dagin fyri, at Kríggið endaði í Europa.  Eg vildi fegin hildið henda dagin saman við tykkum – mínum egna fólki.  Sambært passinum eri eg ein bretskur ríkisborgari.  Men hjartað bankar fyri Føroyum.  Eg eri sannførdur um, at eg eri ein av tykkara.  Eg bleiv føddur í Onglandi, men tá ið mín kæri Harri kallar meg heim til Sín, kemur likamið til Føroya, soleiðis at eg kann blíva grivin í Fuglafirði.  Tí tit eru mítt fólk, og tykkara land err mítt land.

At enda vil eg enn einaferð minna tykkum á, at nú eru 75 ár liðin, síðani vit vunnu Kríggið.  Síðani tá eru trý ættarlið av bretskum børnum fødd, uppvaksin og útbúgvin.  Ja, milliónir av fólkum eru fødd, uppvaksin og útbúgvin takkað verði tykkara djørvu fiskimonnum og sjómonnum, sum undir Krígnum komu við mati og vón til eitt neyðstatt Bretland, har alt var á gosi.   Tað er óheppið, at so mong nú á døgum eru óvitandi um tey stórverk, sum tit – mítt fólk – gjørdu fyri Bretland.  Men tað er bara soleiðis vorðið við hesum, at tá ið tað ikki longur er neyðugt, at nakar ofrar seg fyri ein, tá gloyma fólk so skjótt tær harðu tíðirnar. 

Má tað verða mær loyvt – sum ein, ið minnist hesa søguna – enn einaferð at takka tykkum deiligu fólkum, samstundis sum eg halgi meg til mín Harra Jesus Kristus – og restina av mínum lívi til tykkum, mítt fólk í Føroyum.

“Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu
brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!”  

(Matteus 25, 40)

Má Gud signa tykkum.

Vinur tykkara
Bróðir Clifford Edwards

Web  www.highwaysforjesus.com
E-mail  brothercliffordinprayer@hotmail.co.uk

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo