Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Korona.fo: Hendan tíðin er serlig og kann eisini tykjast tung fyri nógv. Tað er torført at vera so nógv heima, og nýggi gerandisdagurin krevur nógv av okkum. Tí er tað týdningarmikið, at vit ansa eftir okkum - bæði kropsliga men eisini sálarliga.

 

Her eru góð ráð fyri at varðveita eina góða sálarheilsu. 

 

- Skipa dagin og varðveit góðar vanar.

 

- Rør teg og fá fríska luft dagliga.

 

- Fá nokk av svøvni.

 

- Far upp og í song somu tíð hvønn dag.

 

- Varðveit sambandið við onnur og umheimin umvegis netið ella telefonina.

 

- Flyt títt uppmerksemi frá stúranum við til dømis at gera okkurt handaligt ella kreativt.

 

- Avmarka títt fokus á tíðindaflutning viðvíkjandi coronasmittuni, um tað elvir til stúranir. Tú kanst dagføra teg her á síðuni, har nýggjastu tølini og kunning eru at finna.

 

- Tosa við onkran, tú kennir teg tryggan við.  Set orð á stúranir – og minst til at tosa um onnur viðurskifti eisini. Tað kann hjálpa tær at flyta fokus.

 

- Hav í huga, at støðan fer at broytast aftur, tá ið koronakreppan er av.

 

- Set teg í samband við Psykiatriska Depilin, um tú ert stúrin um støðuna, ella tín sálarheilsa versnar. Telefonnummarið er  304740. Vit svara telefonini yrkadagar kl. 9-12 og kl. 13-15.

 

Umframt hesi góð ráðini, so ber eisini til at ringja til ráðgevingina hjá Barnabata, sum bjóðar ókeypis og dulnevnda sálarfrøðiliga ráðgeving til børn, ung og foreldur. Telefonin svarar allar dagar frá kl. 20.00 til 22.00 og gerandisdagar frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Royndir føroyskir sálarfrøðingar svara. Telefonnummarið er 116 111.

 

Eisin bjóðar Reyði Krossur Føroya ókeypis, sálarliga ráðgeving. Ring á 78 88 70 og bílegg eina samrøðu. Telefonin svarar allar dagar ímillum kl. 8 og 22.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo