Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Talgildu Føroyar: Eftir at hava virkað sum talgild innritan hjá føroyingum í sjey ár, fer Mínlykil at takka fyri seg. Talgildu Føroyar boða frá, at Mínlykil verður gjørdur óvirkin seinni í ár.

Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, og við honum hava vit eina trygga og brúkaravinarliga loysn, sum allir føroyingar kunnu brúka.

Mínlykil varð tikin í nýtslu í 2014. Tað var eitt samstarv millum Elektron og Posta, ið menti loysnina. Í 2017 yvirtók Gjaldstovan (Talgildu Føroyar) Mínlykil og Mínboks.

Longu nú ber til at rita inn á Borgaragluggan, Vinnugluggan, Mínrokning, LÍV og Vangan við Samleikanum. Um stutta tíð fara Tórshavnar Kommuna, Posta og Gjensidige Forsikring at brúka Samleikan sum innritan til sínar talgildu tænastur.

Sostatt verða allar tænastur, ið hava brúkt Mínlykil tøkar umvegis Samleikan.

Seinni í ár fara føroysku peningastovnarnir eisini at brúka Samleikan til netbankarnar.

28.000 føroyingar eru skrásettir sum brúkarar av Mínlykil.

Yvir 11.000 av teimum hava longu fingið sær Samleikan, og kunning verður nú send øllum brúkarum um at bíleggja sær Samleikan, áðrenn Mínlykil verður gjørdur óvirkin.

Dagfestingin er ikki endaliga ásett, men hon verður einaferð í summar.

Tað er skjótt og ómakaleyst at fáa sær Samleikan. Samleikin er ein app, sum tú tekur niður á telefonina ella teldilin.

Les meira um hvussu tú brúkar Samleikan á heimasíðuni samleikin.fo

Eftir sjey ára tænastu, takkar Mínlykil fyri seg og við Samleikanum fara alt fleiri møguleikar at verða tøkir hjá føroyingum. Samleikin lýkur altjóða trygdarkrøv og kann brúkast sum bæði talgild undirskrift og til tænastur uttanlands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo