Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Nú tynnist í vinaskara. Fyrst fór Niels Midjord og nú Amariel Norðoy.

Hetta tykist løgið, men vit mannabørn standa bara spyrjandi, ein stórur trupulleiki er helst, at vit hava so trupult við at góðtaka veruleikan, tí deyðin er so endaligur.

Eg kom at kenna henda sera fryntliga og dugnaliga listarmannin um aldarskiftið. Altíð blíður, glaður og sera lættur at práta við. 

Amariel var sera lítilátin maður, hetta helst tí, hann sjálvur visti hvør hann var.

Amariel og eg vóru sera nógv saman til tíðir, og spældi eg til nógvar ferniseringar og tiltøk hjá honum, eisini í Danmark. Hann hevur málað báðar permumyndirnar á mínum solofløgum, og triðja myndin til LP plátuna er klár.

Tá sorgin brast á mín rút, stóð Amariel sum drangur í brimi, har sá eg veruliga virðið í menniskjanum Amariel. Takk fyri uggandi avrik.

Telefonsamrøður vóru mangar bæði á nátt og á degi.

Tú flutti til Danmarkar fyri nøkrum árum síðan, vit vóru og vitjaðu teg nakrar ferðir, og ringdu javnan. 

Sigast skal, at tú var nógv raskari at ringja enn eg.

Ofta endaði tú samrøðuna við at siga, ”Eg trúgvi uppá Jesuspápan”, andligi føringurin, tú sum barn hevði fingið, helt.

Tónleikastílur tín var blues, og hevði tú stóra vitan um  - og kendi tú eina ørgrynnu av blues tónleikarum. Tú kendi eisini Kim Larsen sála sera væl. Kanska tit báðir onkuntíð taka eitt jam, har tit nú eru?

Tann sangurin hjá mær, ið stóð Amariel næst, er sangurin: Eg síggi teg ofta, ið er av einum kassettubandi frá 1990. 

Satt at siga, veit eg ikki hví, men hann dugdi hvørt orð, eg mátti hava tekstin.

Listina hjá Amariel havi eg ikki so nógva vitan um, so tað er betri, at serkøn fólk úttala seg, og greina hana, men eg elski hansara málningar. 

Litspælið, báturin, kenslan at verða ein partur av ”Sálmum lívsins”, dró hugalagið upp í hæddir.

Eg sendi djúpastu samkenslu til tykkum avvarðandi, og Amariel vinurin, vit síggjast aftur.

Holgar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo