Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað kemur kanska ikki sum ein skelkur, tá eitt menniskja fer úr foldarlívinum 95 ára gamalt, men tess nærri viðkomandi var tínum egna sálarlívi - tað størri verður saknurin og sorgin. Hóast tey flestu yvirhøvur liva í skilagóðum samljóði við kringumstøðurnar, man tað nú einaferð vera soleiðis, at vit øll eru umgird av slektaðum næstringum og harumframt eini lítlari serdeild av menniskjum, sum onkursvegna stúva teg av í gerandisdegnum. Har valdar treytaleyst álit, harður agi og lið kemur ikki á garðin fyrrenn deyðin ger innrás. Hetta eru tey fólkini, sum ongantíð leggja nakað á blik úr tvívegis samskiftinum, ongir trupulleikar eru ov smáir til viðgerð og óskrivaðar lógir um tagnarskyldu vera hildnar. Nú kom eitt rættiligt lið á hendan verjugarðin fyri mítt viðkomandi, tá eg frætti deyðsboðini av fastur míni Fíu, sum fór um sýnuna fyri fáum døgum síðan.

Í Sálmunum fáa vit at vita, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Fyri okkum, sum kendu hana, hevði Fía ongan aldur, hon hevði tey sjáldsomu evnini at liva og virka í samtíðini, og eisini at sosialisera við tey, sum vóru fleiri ættarlið yngri enn hon. Ikki hissini magn at hava fingið í vøggugávu, serliga í ellini, tá tað annars tynnist í skaranum av javnaldrandi av natúrugivnum orsøkum. Vit tosaðu øll við hana, sum var hon í sama aldri og huglagi sum vit, tí hevði hon fyri okkum ongan aldur, og tí var hvøkkurin størri enn hann kanska skuldi og burdi verið, tá eitt 95 ára gamalt menniskja verður tikið frá okkum.

Sofía Jacobina Jacobsen – Fía var gerandisheitið – var borin í heim á Glyvrum hin 22. mars í 1926. Áttanda húsið á Glyvrum er á Langanesi. Jákup, abbi Fíu, slektaður úr Niðristovu, legði stórt gerði inn, og bygdi í 1871 sær og familjuni hús Inni í Heiðum, sum glyvramenn tá róptu økið frá kirkjuni og inneftir fjørðinum. Foreldur hennara vóru Napoleon og Sofía, hann sonur Jákup úr Niðristovu og Biritu úr Heimistovu og hon dóttir Pól Nikláa og Christinu Danielsen uttan úr Heiðum. Slektað ávikavíst úr Nólsoy og av Oyrareingjum. Foreldrini bygdu í Langanesgerðinum, og har vaks Fía upp sum hitt 5. av 11 systkjum.

Hóast húsini vóru fá, so var kortini nógv lív í bygdini. Nógv børn vóru í hvørjum húsi og ivaleyst hjá øllum at takast við. Ein onnur tíð, har boð vóru eftir meiri kropsmegi enn á okkara døgum, men kortini mintist Fía bara gott aftur á sín uppvøkstur, sum hon mangan vendi aftur til í hugfarsligum práti, soleiðis, at eisini vit onnur og yngri, kundu gerast partur av eini ókendari sferu fyri okkara viðkomandi. Hon hevði sera stóra virðing fyri foreldrum sínum, var uppkallað eftir dugnaligu og skilagóðu móðir síni, og hóast hon var ein samrakstur av báðum, so stóð hon eisini pápanum nær og líktist honum í uppdrift, stálsettum vilja og hesum bersøgna lyndinum, har ein spaki varð róptur fyri ein spaka, líkamikið hvør ið annars stóð fyri á slóðini.

Sum so mong onnur tá í tíðini valdi Fía sum ung at fara til Havnar, fyri at taka eitt skeið á Føroya Fólkaháskúla, tátíðarinnar stóri kveikingardepil í máli og mentan. Hetta sást aftur í brøvum og drúgvum jólakortum, hon slepti ongantíð málinum og skrivaði lýtaleyst á móðurmálinum, hóast hon búði uttanlands í trífjerðingsøld. Eftir tað arbeiddi hon á Telefonstøðini í høvuðsstaðnum. Síðan kom útferðarhugur á hana, og eftir at vápnini vóru løgd niður eftir seinra heimsbardaga, valdi hon at fara til Danmarkar, - um 20 ára gomul. Hon var stovugenta á Dragsholm Slot, arbeiddi hjá Diakonissestiftelsen og í eitt ár gekk hon á keypmansskúla.

Um somu tíð var ein ungur týskari flýddur um markið landanna millum. Hann var úr Schleswig. Erwin Friedrich Wichmann. Foreldrini fluttu av arbeiðsávum til Flensburg, har hesin ungi maðurin fekk lærupláss sum optikari - 16 ára gamal. Tvær ferðir um vikuna koyrdi hann á lunnavagni til Kiel, har tekniski skúlin var. Hetta er um tað mundið, tá Hitler og hansara myrku sveinar av álvara fara at gera um seg. 1. mai í 1939 fekk hann útlærdur fast starv hjá einum optikara í Kiel. Júst hesin býurin gjørdist eitt av fremstu skotmálunum hjá teimum sameindu, krígshavn við fleiri skipasmiðjum og nógvum ídnaðarvirksemi. Ongar staðir var at fara, hóast býurin varð gotraður til ókenniligheit. So ring var støðan, at sjálvt bumbuskýlini gingu sundur, og í eina førinum rakti ein fulltreffari húsini sum Erwin búði í. Hann kom livandi frá hesum, hóast fólk doyðu sum flugur kring um hann. Hetta var ein ræðulig tíð, hann rakti botnin í sínum lívi, og hevði lítið gott at bera nazistunum, vanmetti hesar, hóast teir sameindu áttu bumburnar. Lívið í Týsklandi var lítið mætari eftir heimsbardagan enn undir honum, hungur og hall og arbeiði var at kalla onki, tí hevði Erwin sett sær fyri at royna eydnuna í Keypmannahavn, har ein morbróðir hansara búði. Hann ynskti bara at brúka útbúgvingina, men hersetingarvaldið í Týsklandi forðaði øllum at fara av landinum. Tí fanst bara ein loysn á hesum fyri hansara viðkomandi, tað var at flýggja. Um markið. Hann gjørdi tað eksitentiella valið og kom fram undir sera truplum umstøðum.

Eftir nógvan trega við myndugleikum, løgreglu og fangatippi gjørdist hann ein frælsur maður aftur og fekk starv hjá kenda optikaranum Cornelius Knudsen. Hann var hjá Knudsen alt sítt virkna lív á arbeiðsmarknaðinum. Erwin og eitt systkinabarn hansara løgdu einaferð leiðina framvið eini nýggjársveitslu á Amager, har hitti hann fastur mína, tey vórðu seinri gift og fingu tveir dreingir – Bent og Preben. Tey búðu fyrst í Kastruplundgade og síðan við Soldugvej – í Kastrup - á oynni Amager.

Ætlandi skuldu tey bæði, hjúnini, verið í Marstal kirkju hin 22. januar í 1956, tá eg varð skírdur av prestinum H. N. Krarup Hansen. Tað viðraði kortini so illa hendan veturin, at tað varð av ongum, harvið var bara ein gumma í kirkjuni hendan dagin, Sólrun í Hoyvík, kortini vóru tey bæði skrivað sum faddrar í kirkjubókina. Eftir eina ringa ferð til veður, ísur lá á vøtnunum, lendu vit nakrar dagar seinri í Kastruplundgade 60. Og sum Fía fastir plagdi taka til: “Ongantíð á ævini havi eg hoyrt nakað barn grátið so illa, so hart og so leingi sum tú - ta ferðina.” Foreldrini vóru ferðamóð – tí mátti hon taka sær av hesum fýra mánaðir gamla dreinginum í baby-lyftuni. Har rann saman okkara millum, og tað dragnaði ongantíð aftur í 65 ár – ikki fyrrenn nú, onnur boð vóru eftir mínari kæru fastur. Vit vóru ikki bara íleguliga nær knýtt – vit vóru eisini góð vinfólk. Hvørki okkara hava havt kenslurnar hangandi uttan á okkum, men har var okkurt sum bar saman, sum áhaldanandi lynti undir eitt lívlangt vinarlag.

Javnan tosaðu vit umvegis máltráðin, og øll tey árini man er farin um Keypmannahavn, til og frá skipi, havi eg gist hjá teimum báðum, og hesi seinru nógvu árini hjá fastrini, eftir at hon gjørdist einkja í 1996 – fyri fjerðingsøld síðani. Undantikin eru árini eg sat á Fólkatingi og í stóran mun hevði fast tilhald í høvuðsborg Danmarkar. Tá dámdi henni at koma inn á Borgina og fáa ein kaffimunn á skrivstovuni ella í Snapsatinginum, og tað kom meiri enn so fyri, at vit frekventeraðu onkra matstovu í býnum. Annars stóð íbúð hennara altíð opin fyri mær, og tá hon hevði fingið frænir av, at eg var ávegis, var onki óført. Bleiv uppvartaður sum prinsur í ævintýri. Gestablíðni var óavmarkað. Og allar tær nógvu løturnar, har vit spjallaðu um leyst og fast og hetta gamla glyvramálið rungaði í stovuni, meðan Tey av Kamarinum, Faroe Boys, kári p. ella onkur týskur sangari fjálgaðu um huglagið, ganga nú framaftur úr minninum. Afturhvarv og hugni, meðan tað onkuntíð hoyrdist eitt pipp frá búraða kanariufuglinum. Sum sjálvandi fekk navnið Gubbi – uppkallaður eftir einum skyldmanni á Langanesi.

Lógu vit á Langelinie ella við aðrar bryggjur í Keypmannahavn, var ongin slingur í valsinum, hon lat sær ikki siga og kom umborð at vitja. Erwin koyrdi við VW-kúpuni, og seinri brúkti kon kollektivu ferðsluna, annars súklaði hon kring um høvuðsstaðin heilt upp í ellisár. Var í bindiklubbum, gjørdi fimleik og spældi kort ymsar staðir. Tað eru fá ár síðan hon fekk í boði heimahjálp, eisini í tí førinum var tað hesin gamli stílurin, umráðandi var at snolla íbúðina upp áðrenn heimahjálpin kom, soleiðis, at hendan ikki fekk ta fatan, at her ráddi um ringt hússetur. Ordnung muss sein, - hendan týska kreddan sást aftur, og hon skilti og tosaði eisini týskt mál, av góðum grundum, tá hon var gift týskum manni.

Hóast hon treivst væl í donsku høvuðsborgini, so var hon í hugaheiminum fyri tað nógva á Glyvrum, serliga tá vit, fjølskyldan, vitjaðu hana. Hon var væl borin til vit, dugdi at síggja samfelagið í staklutum og sum heild, og hon fylgdi ómetaliga væl við, í samfelagsins staklutum og í heildarsjón, og hon hevði sínar meiningar. Vit vóru ikki altíð samd um alt, men sáttaðust altíð aftur so skjótt orðaskiftið var umliðið.

Seinastu mánaðirnir hava verið tungir, hon fall, og brot á likaminum í hennara aldri er ofta fráboðanin um, at jarðarlívið styttist. Sjúkrahús, ellisheim og tey nærmastu hava verið henni góð, nú megin viknaði og lívsneistin fekk eitt afturstig.

Hon hevði fingið ta kristnu trúnna inn við móðurmjólkini, kirkjan, fólkakirkjan, var hennara andaliga heim, og manga góða løtuna hava vit bæði sitið væl undir guðstænastu í Kastrup kirkju, haðan hon nú verður borin út fyri seinastu ferð.

Foreldur míni løgdu altíð leiðina framvið í Kastrup og búðu ofta hjá teimum báðum Erwini og Fíu. Sálaði pápi mín og Fía vóru altíð í sera góðum samljóði, og nú eiga tey høvi at hittast aftur í onkrari av Himmalsku tjaldbúðunum.

Sorgin er stór – saknurin uppaftur størri. Fá menniskju hava – í øllum fasettum -  havt størri týdning fyri mítt lív enn júst fastirin og vinkonan Fía - Sofía Wichmann. Nú lívstráðurin varð kvettur, ynski eg tær góða ferð víðari fram í vónini um, at Hann, sum vit høvdu sett okkara álit á, tekur sær væl av tær í himnesku sferuni, sum nú gjørdist tín heimstaður, eftir eitt drúgt foldarlív, har tú var so nógv fyri so mong.

Vit sum eiga eina løtu eftir hesumegin fáa ikki heilsað tær øðrvísi enn við orðunum: Jesus fylgi tær.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo