Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Okkara góða vinkona og starvsfelagi gjøgnum mong góð ár, Edna Jørgensen, andaðist 22. september 2018 eftir stutta sjúkralegu, 60 ára gomul.

Seksti ár er eingin aldur nú á døgum, og Edna var ikki liðug at liva; hon var so full av lívi og látri sum fáur, altíð fús við onkrum skemti, onkrari stuttligari søgu og hon hevði eina góða familju, eitt gott heim, nógvar vinir og onnur, og hon var virkin á mongum økjum. Men hennara foldarlív var ikki longri.

Edna hevði tilknýti til mong fólk, og hon kendi tey væl, tí hon var ein góður eygleiðari, og hon mintist væl tað, hon fekk at vita. Hevði tú okkurt, tú vildi venda við onkrum, var hon ein góður lurtari og sparrari og góð í ráðum, men eisini bersøgin og djørv, og hon himpraðist ikki við at tala at, um orsøk var til tess.

Hon var ikki nakar eygnatænari, sum talaði tær eftir munninum; hartil var hon alt ov sonn og trúføst, og hon hevði umsorgan sum fá.

Á stovninum, har vit arbeiddu, Strandferðsluni, hevði hon lønardeildina um hendi, og hon var bæði nærløgd, dugnalig, stundislig og skilagóð í øllum lutum.

Vit vóru seks kvinnur, sum gjørdust serliga væl, hóast aldursmunurin var umleið 20 ár, og vit komu eisini saman privat og hugnaðu okkum óføra væl. Tíðarskeiðið var 80’ini og 90’ini, og á arbeiðsplássinum hendi mangt og hvat av broytingum hesa tíðina. Men tað, at vit kundu tosa saman um viðurskiftini, hevur avgjørt havt gagnliga ávirkan, og tað hevur eisini styrkt vinabondini okkara millum.

Hóast vit so við og við fóru í onnur størv, onkur flutti longri burtur, onkur av landinum, so hildu vit sambandið við líka og hittust við millumbilum, tá tað bar til.

Ein okkara fall frá á sumri 2016. Tað árið, um jóltíðir, hittust vit m.a. fyri at minnast hana, og hendan løtan er avmyndað; fimm vinkonur, sum saknaðu ta sættu. Flokkurin var skerdur.

Nú Edna eisini er farin, eru vit bert fýra eftir. Tað er so sárt at sakna og verða mint á, hvussu skjótt tað kann vera. Men tá er tað ein góður uggi at hava góðar vinir at savnast við, og at hava góð minnir um tey, sum farin eru.

Vit hava verið saman aftur; hittust hesuferð til at minnast Ednu og talaðu um at skriva nøkur minningarorð, eitt seinasta farvæl, sum er so fátækt, men tó so væl meint.

Nú eru jól aftur í hondum, og vit hugsa um tykkum, sum stóðu Ednu nær, og sum hon var so góð við og hevði so nógv gott at bera.

Sorg og saknur eru tung at bera. Vit eru ikki unglingar longur og kenna sjálvar til at hava mist, so tað er av egnum royndum, tá vit siga, at tit fara at sanna, at ein dag fer tað at tykjast eitt lítið vet lættari enn í gjár ella fyri tíð síðani.

Harrin signi tykkum og beri tykkum uppi.

Takk Edna, fyri alt tað, tú vart fyri okkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo