Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Mánadagin 28. okt 2019 andaðist Petur Hans Winther, 84 ára gamal.

Petur Hans var sonur Rosu og Johan Jacob Winther. Tey vóru 9 systkin: Henrietta, Petur Hans, Julia, Sommer, Malla, Herman, Sanna, Mensy og Lisa.

Petur Hans fór ungur til skips, og baldist hann á havinum, til heilsan fór at bila. Tá var hann komin væl upp í árini.

Petur Hans giftist við Mary f. Jensen, og fingu tey dreingirnar Joen Jacob, Bjørgvin, Hallmar, Karlon og Rúna.

Teirra heim hevur verið eitt trygt heim hjá dreingjunum at veksa upp í, úti við Lið. Tað var nokk einki undantak hjá teimum. Pápin var nógv burtur, so Mary hevði ein stóran leiklut, saman við dreingjunum.

Jú, arbeiðsplássið hjá Petur Hans var havið. Hann byrjaði sum 14 ára gamal við ymiskum sluppum og um veturin róðu teir út saman við pápa sínum, sum var raskur útróðrarmaður. Teir høvdu eitt mynstur, um várið róðu teir út við íslandskum bátum, sum var ein strævin tíð, teir komu heim aftur til Føroyar, og síðani varð farið til Grønlands at rógva út.

Teir bygdu sær ein stóran bát til Grønlands-útróður, sum æt Líraberg. Tann driftin vardi í nógv Harrans ár.

Petur Hans plagdi at siga, at hann var 13 fylgjandi ár í Ravnoynni.

Tað bleiv sagt, helst havi eg lisið tað hjá Jógvan Arge: “Manningin á Líraberg kom í Ravnoynna á blanka hellu, men um kvøldið svóvu teir í skúrinum”.

Vit minnast, tá havnin í Skopun tømdist fyri bátur, tá teir silgdu um Skopunarfjørð til Havnar, har damparin lá og bíðaði at føra teir víðari um hav til Grønlands. Lastin á damparanum varð gjørd um til eitt upphaldsrúm, hesar kempur settu ikki stór krøv.

Tá teir vóru komnir vestur um hav, varð farið at rigga skúrarnar til, har teir búleikaðust í alt summarið. Summi ár vóru góð og summi minni góð. Jú, har baksaðist systkinabarnið eisini sum bátsformaður.

Vit minnast uppaftur betri, tá bátarnar komu aftur úr Grønlandi. Kósin varð Skopun, har Petur Hans sat við stýrisvøl í hond og førdi bátin trykt inn aftur í Skopunarhavn eftir at hava verið burtur frá sinum kæru í kanska 4 mánaðar. Jú, teir bygdu land, tað vóru nógvir Skopunarbátar í Grønlandi.

Bátarnir vóru merktir av einum strígnum summari.

Teir høvdu ikki sitið leingi við hús, so byrjaði heimaútróðurin aftur.

Tá vit komu inn í 60’ini, og menn fóru at hugsa um flakavirkið, fóru brøðurnir Petur Hans, Sommer og Hermann at hugsa um at fáa ein størri bát at dríva línufiskarí við, og keypti teir Fiskaklett, sum var 20 tons.

Fiskaklettur og Sjóam vóru fyrstu bátar, sum avreiddu til virkið, sum tá æt Sólarris. Hetta var í februar 1968, tað var ein stór broyting í Skopun. Hetta bleiv eitt stórt arbeiðspláss í Skopun og er tað enn.

Eg minnist, tá Fiskaklettur legði til at avreiða og síðani Sjóam. Hetta vóru teir fyrstu bátarnir, síðan komu fleiri aftaná.

Seinni keyptu brøðurinir 50 tonsaran Líraberg úr Danmark. Petur Hans var skipari á honum, hann fiskaði nógv við hesum báti, teir trolaðu og fiskaðu við gørnum og línu

Jú, hetta var ein rík tíð við nógvum arbeiði til allar hendur.

Nógvur peningur kom í kommunukassan, tí allar kvinnur í oynni vóru til arbeiðis á virkinum.

Tá hetta hasaði av, fór Petur Hans at sigla úti og síðan hjá Strandferðsluni, har hann treivst væl.

Hann silgdi nógv við bátum, sum sigldu upp á Amerika við flaki.

Petur Hans gekk trúliga á møti í Missiónshúsinum, har Mary og hann vóru trúgvir stuðlar, og sang hann í Sandoyar Manskóri. Stemmina hevði hann góða.

Tey seinastu árini var hann nógv at síggja í egningaskúrinum og í bátinum saman við elsta soninum, Joen Jacob.

Tað er ikki langtsíðan, eg sá eina mynd av feðgunum koma inn um Høvdasund í einum roki.

Má Harrin verða hjá tykkum Mary og syninum.

Friður verði við minninum um systkinabarnið og gubba mín Petur Hans Winther.

Tað kundi verið so mangt annað at sagt um Petur Hans, tí maðurin útnyttaði hvørja løtu, bæði á sjógvi og landi.

Gerhard Lognberg
borgarstj.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo