Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Regin Jóanesarson
13.12.1945-16.05.2019
in memoriam

Nú tagnað eru hamarsløg,
nú Regin hann er farin;
hann fluttur er til annan bø,
har Harrin eigur garðin.

-----

Tú vart so trúgvur ár so mong,
vit gjørdust bestu vinir
ein dag, sum bleiv til ár so mong,
tí tú vart ei sum hinir.

Tín trúskapur til alt títt verk,
mót einum og mót øllum,
hann gjørdi vinabond so sterk
og avrik góð á vøllum.

Títt handalag var kent um lond,
tú vakrar setti varðar,
og hegnislig var altíð hond,
tá grót varð gjørt garðar.

Tú vinur var í vinalag,
tú lut í talu hevði,
har tú við Runda Borð hvønn dag,
mong orðaklípir legði.

Í Sinnisbata við tú var
at bøta lagnir móðar,
at laða teimum virkisgarð,
til hugans gøtur góðar.

Tú vallari var á tí fold,
har vegurin var brattur,
har tú ímillum hug og hold,
fann tíni kæru aftur.

Tú rann teg sjálvan upp á pláss
um lond á rennibreytum,
har tú fann hvíld for dagsins knoss
við lívsins fløktu treytum.

Vit virða teg for tað, tú var,
for tol við tínum tæri,
og alt tað besta tú oss bar
- hvønn stein í góðum garði.

------

Nú fór hann undir síðsta skeið,
at renna himnavegin,
at leggja evstu lívsins leið,
har sæla var til Regin.

Nú tagnað eru hamarsløg,
har grótið fyrr varð sligið,
og tøgn er nú um garðaløg.
Vár vinur: Hvíl í friði!

pmp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo