Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað eru summar løtur i lívinum, har ið alt bara steðgar upp, ja, nærmast fastfrystir, tíðin og livið sum heild
steðgar á eina løtu.

Fyri meg var enn ein av hesum løtum tann 21. novembur seinnapartin, júst lendur i Kastrup úr Barcelona.

Eg hevði ringt á fartelefonina hja vininum Thormann fyri at vita, hvussu støðan var hjá honum, men ongin svaraði, telefonin var avbrotin,  “onki samband er við fartelefonina í løtuni “ varð sagt, - hetta var ikki vanligt fyri Thormann.

Hansara telefon hevði aldrin verið sløkt øll árini, eg hevði kent hann, og eg føldi á mær, at okkurt ikki var sum tað átti at vera. Ringdi tí til sonin, Mortan, og fekk feigdarboðini um, at min góði vinur, Thormann var farin til ein stað, haðani ikki vendist aftur. Hann var slóknaður tíðliga hósmorgunin tann 21. novembur eftir einans 3 daga sjúkralegu, við øllum sínum nærmastu kring seg.

Hesa løtuna steðgaði alt upp hjá mær. Eg sat í Kastrup og læt bara tárini renna, ansaði ongan kring meg, hugsaði um, hvussu órættvíst hetta var, hvussu ótrúliga meiningsleyst tað var, og hvussu skjótt alt bara kundi vera yvirstaðið.

Lívið, sum vit næstan taka fyri givið, má staðfestast, er bert ein lænt gáva, sum hevur avmálda tíð, ein lítil løta i tíðarinnar havi, til tað aftur verður tikið frá okkum.

Mangan heldur man, at tað er so órættvíst og meinigsleyst, og tað helt eg hesa løtu, eg fekk boðini um deyða vinmann mín. Hví skuldi Thormann doyggja, einans 66 ára gamal, hann sum sýntist at vera nærmast ódeyðiligur og hevur verið sterkur, hart arbeiðandi maður i mong ár. Var júst blivin abbi aftur at tveimum abbabørnum við fáum daga millumbili, og annars komin hartil i lívinum, har hann kundi havt notið sitt otium  saman við sinum kæru. Men soleiðis skuldi ikki vera. Tíðin var komin, timaglasið var runnið, hóast alt ov tiðliga.

Okkara seinasta samrøða var fríggjakvødlið 15. novembur, tá vit høvdu eitt gott prát, men tú segði mær, at tú skuldi til kanningar á Landssjúkrahúsinum mánadagin eftir, men annars vart tú sum tú plagar, fryntligur og prátingarsamur.

Eitt beit eg tó merki í, og sum eg síðan havi hugsað nógv um. Tað var tá ið tú segði við meg: ”Tíðin vil vísa, hvat er galið, men Johan, eg eri ikki bangin fyri at doyggja!”,  og eg minnist meg svara:

”Ikki tvætla um at doyggja, nú verður tú kannaður, og so taka vit tað harfrá.”

Í bakspeglinum hugsi eg nú: ”Vinur mín, tú mást ivalyest sjálvur hava følt teg meira sjúkan enn tú vildi vísa!”

Thormann og eg komu at kennast i 1982, tá eg sum ungur stjóri á Gørðunum i Vági byrjaði samstarv um at gera sonevnda Suðuroyarhúsið. Í dag standa hundraðtals av hesum húsum kring landið, smíðjað av Thormanni og hansara fólki.

Siðan okkara felags verkætklan byrjaði í 1982, hava vit verið bestu vinmenn, okkara kemi var sera góð, og hóast lond skiltu okkum í áravís, og samstarvið eisini helt uppat so hildu vit sambandið og vinalagið viðlíka øll árini.

Seinastu árini hava vit aftur arbeitt saman, ferðast saman og hugnað okkum saman. Vit hava havt góðar løtur at minnast aftur á. Ætlanin var eisini, at vit skuldu hittast í komandi ári men so skuldi ikki verða. Tað góða er, at minnini kann ongin taka frá einum, og tey hevur man eftir, eisini eftir, at deyðin skilir okkum.

Gjøgnum árini hava vit havt nógv saman, og tað hava verið bæði góðar og minni góðar løtur, og ikki altið hevur verið lætt at drivið byggivirksemi. Tað hevur verið upp og niður sum alt annað, men Thormann  hevði tey góðu evnini til altið at siggja tað positiva í øllum, og altið at siggja nýggjar møguleikar. Hann var praktiskur og dugdi sera væl at leggja arbeiðið til rættis. Tað eru stóru verkætlanirnar saman við soninum, Mortani, eisini gott dømi um.

Byggiverkætlanir, sum hava verið framdar upp á rekordtíð. Tey bæði stóru uppisjóvarvirkini, sum bygd eru, Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos i Fuglafirði, sum bæði blivu bygd upp á sera stutta tíð, ja, neyvan hevði nakar annar gjørt tykkum hetta eftir. Tað sama var við at byggja uppaftur Varðan Pelagic, eftir ræðuliga eldsbrunan, sum legði virkið í øsku, sum ein rættur varði eisini fyri teg Thormann og tað tú megnaði.

Ein týðandi býarmynd í virkseminum og umhvørvinum á Tvøroyri er ikki meira. Thormann er farin hagar vit øll einaferð skulu, um deyðans sýn, men verkini standa eftir teg í Suðuroynni og kring alt landið.

Hesin fryntligi og vinsæli, kurluti, ljóshærdi froðbingurin var nakað serligt, og hevði evnir sum fáur. Fullur i orku og vitan, dugdi sera væl at fara við fólki. Hann fekk altið eitt smíl fram, og ein stuttligan bemerkning til øll hann samskifti við. Við sinum ljósa sinni og sínum máta at vera uppá, var hann ein góður samstarvsfelagi. 

Vóru ósemjur i samband við arbeiðið ella avbjóðingar sum skuldu greiðast, so var hann eisini sera góður til at loysa slíkt, so at alt endaði sum tað skuldi. Jú, sannilga, hann hevði serlig evni til at duga væl at fara við fólki.

Hann varð skilagóður, arbeiðssamur og altið ein, sum man kundi venda sær til, um á stóð. Hann hevði altið uppskot upp á loysnir, hvørt tað so hevði við arbeiðið ella sjálvan gerandisdagin ella ein sjálvan at gera.

Thormann segðist verða djarvur sum fáur, og sum unglingi er mær sagt, at tað stóð ikki á hjá honum at síga niður eftir seyði, sum var komin illa fyri i brattlendi, eins og tað at ganga í Froðbiarnípuni, var sum at ganga á sløttum hjá honum.

Umframt sitt strævna starv sum handverksmeistari við mongum stórum byggiverkætlanum, so var hann eisini stórur jarðaeigari og hevði haga við nógvum áseyði at røkja.

Hetta var hansara andarhol, hansara frístað, sum hann hevði stóran alsk til.

Djórini hevði stóran týdning fyri hann, og tú sá sjáldan Thormann i bilinum uttan sinar seyðahundar.

Eg minnist so sera væl, tá ið synirnir vóru yngri, og Thormann ofta var i Vági, tá var altíð annar sonurin, Mortan ella Magnar við honum, og so ein seyðahundur við i bilinum, sum var ímyndin av hesum 3 kleyvara.

At sleppa burtur í haga at røkta sinar seyðir gjørdi honum gott. Bert fáar vikur áðrenn hann legðist sjúkur, ringdi hann meg upp ávegis nidan á Froðbiarnakk at hyggja eftir seyði. Tá segði hann mær, hvussu vælsignað tað var at sleppa burtur frá stressinum og niðan til seyðin. Ja, ikki kann sigast annað enn, at tað fyri hann hevði tað nógv at siga at hava við djórini at gera.

At koma í heimið hjá Thormanni og Herfríð úti á Bø hevur altið verið sum at koma heim til sín sjálvs, man følir seg væl, sum húsfólk, og altið vælkomnan, hóast man veit, at dagurin ofta hevur verið strævin, og tað
takki eg fyri.

Góði Thormann, eg kundi skriva so nógv meira um teg sum persón og menniskja og ikki minst sum vin, og eg vildi so innliga ynskt, at tær untist mong fleiri ár her á fold saman við tínum og okkum øllum vinum, sum sita eftir og syrgja og harmast um, at tú ikki ert ímillum okkum meira.

Hallur Joensen syngur so vakurt:

Livið er ein litil løta
Alt tú eigur fánar her
Gingin er hin evsta gøta
Bara kærleikin tá eftir er.

Og júst so er, livið er ein litil løta, tað mugu vit ásanna. Vit sum kendu teg fara at minnast teg við kærleika og fara at goyma øll tey góðu minnini og løturnar i okkara hjørtum.

Eg veit at har tú nú ert hevur tú tað gott og spreiðir gleði og smíl og vænti eg, at vit siggjast aftur á ti eina degi.

Góða Herfrið, Mortan, Magnar, Óluva, abbabørn og versynir og verdøtur, má Harrin geva tykkum styrki í hesi tungu tíð, sum liggur fyri framman.

Við hesum fáu fátøku orðum lýsi eg frið yvir vinmannin Thormann Vang.

Torshavn, jólaaftan 2019
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo