Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Leygardagin 26. juni andaðist Osmund Berg 75 ára gamal.

Osmund var giftur við Tórhild f. Johannesen úr Skopun, saman fingu tey børnini Sunrid og Jónsvein. Tey vóru ímillum tey fyrstu, sum bygdu í Gerðinum. Húsini hava altíð verið vælhildin. Nú Osmund andaðist, sera brádliga, var hann farin at at mála húsini aftur, tí tað gekk hann høgt upp í.

Osmund var ættaður úr Oyndarfirði, foreldrini vóru Meinhard Berg og Jóhanna, ættað úr Skopun.

Hann tosaði mangan um tíðina sum barn og ungdómur í heimbygdini, sjólívið sum heilt ungur, heimaútróður, pápin átti bát, alt hetta var Osmund partur av.

Osmund lærdi til snikkara og var hann góður til fakið, hann arbeiddi innan hetta handverk á fleiri snikkaraverkstøðum í Tórshavn.

Eisini var Osmund fakfelagsmaður um ein háls, fyrst í Handverkarafelagnum, men mest er hann kendur sum formaður í Skopunar Arbeiðsmannafelag, har hann virkaði sum formaður í nógv ár.

Osmund hevur starvast á flakavirkinum í Skopun í nógv ár, hann var ein sera góður brínari, hetta starvið røkti hann til fulnar, líka til nú hann andaðist.

Nú vit gera ymiskar ábøtur og nýgerð á flakavirkinum, møttust vit hvønn dag og tosaðu um ymiskt, tí flakavirkið stóð okkum báðum nær.

Osmund var ein maður, sum visti nógv at siga frá, oftast var tað frá barnaárunum og ungdómsárunum, tá var altíð áhugavert at lurta eftir honum. Innan fakfelagsrørsluna var hann ein, sum skaraði framúr, ofta varð hon mælskur tá ymisk mál vóru uppi at venda.

Osmund var tjóveldismaður um ein háls og vóru meiningarnar avgjørdar, so í politikki vóru vit ikki samdir, men tað gjørdi einki okkara millum.

Osmund sat í nevndini hjá Sólaris, tá virkið varð endurreist í 1997, har arbeiðsmannafeløgini høvdu sína avgjørdu ávirkan saman við øðrum sum keyptu og settu pening í.

Eg kom at kenna Osmund sera væl, tá vit vóru valdir í kommununa í november 1984.

1. Januar í 1985 tóku vit við, Osmund varð valdur borgarstjóri, eg sjálvur varaborgarstjóri, hinir vóru Herman, Meinhard og John.

Osmund sat hetta skeiðið, men valdi ikki at stilla upp aftur.

Sum eg nevndi, var mamma Osmund ættað úr Skopun. Jóhanna var dóttir til Turid og Kristian Olvit, hann var úr Skopun.

Turid var dóttir Rasmus í Horni, av Sandi og Jóhannu, nevnd íslandskonan. Mamma mín æt eisini Jóhanna. Mammur okkara vóru systkinabørn og báðar itu eftir Íslandskonuni, sum var ættað av Karlskála í Íslandi.

Jú, ein bygdarmynd hevur lagt árarnar inn og ein sera aktivur maður.

Má Harrin signa tykkum, sum eftir sita, Torhild, Sunrid, Jónsvein og abbabørn.

GíB

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo