Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fyrsta dag í 2022 legði Gigga árarnar inn 81 ára gomul.

Gigga var dóttir Jógvan og Selmu Drangberg úr Skopun.

Gigga giftist við Brynjolv Nicolajsen og fingu tey eina gentu Bryngerð, og dreingirnar Jógvan Hendrik Annfinn, Símun Martin, Remi og Brynjolv. Tey áttu eitt stórt avkom. Gigga var eisini blivin olduromma at fitta Milan.

Gigga gjørdi ikki nógv um seg. Eg havi altið kent Guggu og Brynjolv, sum nú bæði eru farin heim til Harran.

Eg má siga, at tey vóru góðir vinir at hava.

Gigga segði kanska ikki so nógv, men hon dugdi so sanniliga at vera stuttlig, vit høvdu ofta góðar samtalur.

Eg kom at virka nógv í sangkórinum í samkomuni, sum tá æt Betania, saman við Giggu, hon leiddi sangkórið.

Eg minnist tað, sum eina góða og gevandi tíð, sangur hevði Giggu’sa stóra áhuga, og gott hevði hon málið at syngja við, tað prógva bondini, sum Herman og hon sungu inn.

Hetta var eitt vælsignilsi fyri mong menninsku, og er tey ofta enn at hoyra.

Gigga var persónliga trúgvandi. Hon og maðurin settu ikki ljósið undir skerpuna.

Tey reistu nógv runt og boðaðu gleðiboðskapin saman við orðinum. Har hon var, hevði hon gittarin við, har sang og spældi hon so vakurt.

Eitt sum Gigga gekk sera høgt upp í var, at húsini vóru pen, væl mála og alt í góðum standi.
Inni var hon soleiðis at alt skein, hon var ein av teimum sum vaskaði reint, hetta galt eisini úthúsið, sum stendur niðan fyri húsini, eisini tað gólvið varð vaskað við skúribust.

Eg minnist, tá bróður, sum ikki er ímillum okkum longur, og svigarinnan giftust, tá stóð ein partur av brúdleypinum inni hjá Giggu og Brynjolv.

Tit bæði ferðaðust nógv í Føroyum um sumrarnar, eg meini at tit bæði vóru í fleiri ár á rað norði í Hattarsvík. Áveg til hús aftur fekk Gigga ella rætta navnið Gerdrud, stóran skaða í beinið, hetta kom at merkja hana restina av lívinum. Hetta hendi umborð á postbátinum.

Nú er tú farin heim til Jesus, sum tú altíð vitnaði um, har er tú saman við tínum manni og foreldrunum, sum átti vitnisburðin um Jesus.

Góða Gigga, tú sveik ikki tínar vinir, eg haldi at øll vóru tínir vinir.

Góðu børn, ommubørn, langommubørn og oldurommubarn, má Harrin Jesus styrkja tykkum í sakninum.

Ærað veri minnið um Giggu.

Gerhard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo