Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað er við tungum hjarta, at eg nú siti og líti út yvir sjógvarnar her í Keypmannahavn. Havi júst fingið deyðsboðini av Honnu Kampmann. Eitt heilt serligt menniskja, sum alt lívið stóð familju okkara sera nær. Ja, mamma og hon vóru at kalla sum systrar. Uppvaksnar saman. Fyrst í Vestmanna og síðani eisini saman fleiri av barna- og ungdómsárunum í Keypmannahavn, har ið pápi Honnu, Jack Kampmann, búleikaðist í sekstiárunum. Og tær hava so fylgst alt lívið í tøttum vinarlagi, sum hevur tvinnað familjur okkara saman á ein heilt serligan hátt. 

Eg veit, eg kann tosa fyri alla familjuna, tá ið eg sigi, at Hanna hevði alstóran týdning fyri okkum øll. Hetta róliga menniskjað, sum altíð var til staðar í løtuni. So heilhjartað í øllum, hvørja ferð vit hittust.

Tað kundi ganga long tíð ímillum, at eg sá hana, men altíð møtti hon mær við hesum sama inniliga, góðsliga og áhugaða eygnabránum. Tað svitaðist ikki. Og eg kendi meg, á ein so lættan hátt, sum heimkomnan. Til tað trygga og fjálga. Eitt stað við óavmarkaðum trivnaði. Minnist, at eg ofta plagdi at hugsa um tað aftaná. Henda nærveran, sum onkursvegna var so innbygd í hennara persón. Tað fall henni so natúrligt. Ein sonn gáva at eiga og ein sonn gáva at kunna geva sínum medmenniskjum. Ímyndi mær eitt kærleikans upphav, sum byggir á okkurt tílíkt. Tað, sum fólk í djúphugsan í øllum heimsins mentanum og átrúnaðum kunnu nýta alt lívið uppá at sóknast eftir, var Hanna líkasum fødd við.

Soleiðis upplivdi eg hana. Havi altíð kent tað, sum um samveran við Honnu lyfti mítt lítla univers upp á eitt annað støði. Ilt soleiðis at greiða frá í orðum, men eg vænti, vit øll kenna til slík menniskju, sum koma á vitjan í lívum okkara, og sum enda við at koma at hava ein heilt serligan týdning fyri okkum.

Í løtuni havi eg sera ilt við at líta inn í eina framtíð uttan hetta vísa og vinsæla menniskjað. Eitt tómrúm er íkomið. Men soleiðis er við lívinum. “Ætt eftir ætt søkkur undir mold”, sum skaldið B.S. Ingemann yrkti. Eftir sita vit nú við øllum minnunum. Sum plantað sáð úti á hesum nýggja, bera akri liva tey nú víðari og gera, at vit ikki falla í fátt. Og tað er jú eisini lívið.

Her er sólin á veg um sýn, og tankar mínir leita nú til øll tey avvarðandi: Pól og børnini, vinfólk míni, Sissal, Janus og Baldur. Tann djúpasta samkenslan hiðani í hesi sváru tíð. Vit standa øll saman við tykkum í sakninum. Men í morgin rísur sólin aftur, og øll tey mongu lítríku og fjálgu minnini um Honnu liva víðari í okkum øllum um tíð og allar ævir.

Her verða orð fátøk, men takk fyri alt, Hanna, og hvíl í friði.

Teitur Árnason

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo