Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

f. 30.07.1938 d. 13.05.2020

Eg fari at skrivað nøkur minningarorð um pápa mín, Jógvan Martin Høj, eisini nevndur Mass.Hann kom av Strondum og var ættaður av Lag. Uppvøksturin var merktur av umstøðum, sum ikki bara vóru lættar, men hóast tað komu hann og øll systkin hansara væl undan. Tey hildu væl saman upp ígjøgnum árini, vælvitandi um trongu korini, tey komu frá. 

Babba hevði bussfyritøku mesta partin av lívi sínum. Men tað, ið hann var mest upptikin av, var at virka fyri Harran, bæði í talu og verki.

Frá tí at hann kom til trúgv á Harran Jesus, varð tað sera umráðandi at fortelja øðrum um Jesus. Hann reisti nógv runt í Føroyum og helt møtir og var við har møtir vóru hildin. Nógv fólk komu á hansara lívsleið og ikki minst góðu løturnar á Gøtueiði, páskastevnur í Vágum, møtir í læraraskúlanum vóru honum kærar.

At fleiri tóku við trúgv, førdi eisini til at hann saman við øðrum, kom at seta samkomuna, Kelduna, á stovn. Og hetta skuldi vísa seg at gerast hansara lívskall á seinnu árum. Hann gekk við huga og sál uppí at byggja samkomu- og skúlabygningin hjá samkomuni Kelduni í Skálafirði. Har brúkti hann allar dagar í vikuni og var tað partur av hansara gerandisdegi, nú hann andaðist 81 ára gamal.

Pápi var á seinnu árum ofta troyttur, serliga likamliga; og sjúkur uppstóðu, men andaliga stóð tað krystall klárt fyri honum. Jesus var hansara stavnhald og hjá honum var einki ómøguligt.

Øll byggja vit á onkran, sum undan okkum gekk. Pápi gjørdi sítt til at gleðiboðskapurin her heima mátti berast víðari til næsta ættarlið. Heilt fram til endan gekk hann á ungdómsmøti og dámdi at verða við og bakka upp. Sanniliga eiga vit í dag at hugsa um hetta; at geva sær stundir til onnur og okkara eftirkomarar, heldur enn bert at fylla tíðina við okkara egnu ynskjum og tørvum.

Mamma fór tíðliga og tað gjørdi sítt til at babba ofta kundi føla tað einsligt. Har kann eg serliga minnast  nógv fólk, sum vísti honum stóran kærleika og virðing, og tað setti hann altíð prís uppá.

At skriva minningarorð er ofta sorgblítt. Illa ber til at fáa alt við og man hugsar at onnur høvdu duga so mangan betur. Men hetta var soleiðis sum eg vildi skrivað tað og minnist hann.

Sjálvur kom eg at kenna babba væl sum tann yngsti heima við hús, og vit høvdu nógvar túrar saman; bæði á møtir ymsastaðni, til dystir hjá NSÍ og aðrar túrar her heima og í útlondum.

Babba leiddi meg í Guds hús frá barnsbeini av, og hetta hevur fylgt mær eisini til míni børn. Ikki kann tað undirmetast at leiða børnini við í Guds hús. Tað er ein stór signing og vernd seinni í lívinum.

Fyri meg og hús mítt, skal her ljóða ein takkarkvøða til og fyri pápa mín. Tú var trúfastur og ein viti fyri Guds ríkið fyri meg og so mong onnur.

Vónadi fara vit at tora taka upp Krossin og vísa á Krossins verk, júst sum tú gjørdi.

Hvíl í friði og vit síggjast aftur!   

Leif & Annika, Áron og Rebekka

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo