Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Longu fetini, og seigliga gongulagið, avdúkaðu mannin, áðrenn smædna smílið, segði mær, at hetta var Terji.

Soleiðis hópaust vit á Kirkjugøtuni, eitt av slavnu summarkvøldunum herfyri.

Eyðkendi láturin á Terja fylti løtuna, tá hann so vónbartur hevði umrøtt komandi Sandoyartunnilin og teir møguleikar, sum nú fóru at bjóðast okkum sum her búgva.

Tók sær koyrikort til buss, tí nú skuldu nýggju møguleikarnir troytast.

Hann prátaði um mammu sína, sum hann hevði so kæra, og vónaði at hon fór at uppliva at tunnilin gjørdist veruleiki.

Lítið vistu vit at Terji skuldi gerast tann fyrsti um sýnina.

Terji var ein hollur og góður vinur, og hóast hann ikki varpaði alt hann bylgdist við út, so var hann framtakshugaður maður, sum altíð var opin fyri møguleikunum fyri framman.

Drúgvur sum fáur í bókhaldsvinnuni, men hevði nógvar aðrar tættir í skjáttuni.

Terji var sonur Tønner og Sonju Dalsgaard í Skálavík, har hann sleit sínar barnaskógvar.

Systkinini, Erla og Aksel, vóru tætt knýtt, og hittust javnan, hóast Terji búði á Sandi, og hini bæði í Danmark.

Guðrun gjørdist lívskærleikin hjá Terja, og hittust tey á ungum árum. Minnist at vit sum ólátaðir smádreingir argaðu Guðrun, hon arbeiddi á bakarínum tá, við hesum sjeikinum úr Skálavík, sum ikki var einki av eini poppstjørnu.

Tí tónleikari varð Terji av guðs náði. Guitarurin fylgdi honum allastaðni og væl lá fyri, bæði til fingraspæl og harmoniir. Spældi í orkestri, og sang ella murraði næstan altíð. Hesi seinnu árini fór hann at læra seg at spæla orgul, og skjótt gjørdist hann tænari í Sands kirkju, sum urguleikari.

Hann hevði árini frammanundan verið eldsál og kórleiðari, hjá Sandoyar manskóri, har hann evnaríkur savnaði saman sangarar, til manga hátíðarløtu.

Terji hevði sterka andaliga sannføring, og tann parturin kom ikki at fylla minni, tá Terji og Guðrun, fingu teirra elskaðu, Sonju, sum gjørdist veruligi lívsneistin hjá teimum báðum.

Hon var nevnd í øðrum hvørjum setningi, og kærleikin til einkardóttrina skein sum sól um nýslidnan bø.

Summarið er farið at halla. Heystið er komið á gátt, og soleiðis kennist tað so sanniliga eisini, nú Terji so bráddliga, mátti víkja sæti á foldum, og tæna tí harra hann hevði so kær. Fetini gjørdist ikki fleiri her.

Hóast uggin er lítil í hesi sváru stund, so er tøkkin og vónin størri, um tær løtur, har okkara leiðir leitaðu saman á foldum.

Takk fyri løturnar, kæri vinur, og hvíl í vissuni um at tíni kæru elskaðu teg yvir alt.

Páll á Reynatúgvu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo