Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

fødd 29. september 1927, deyð 15. november 2020

Tann 15. november andaðist mostur mín, Minny Jacobsen, 93 ára gomul. Hon var fødd og uppvaksin í Sørvági, og var dóttur Onnu Malenu, fødd Petersen, úr Hattarvík, og Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Gomlustovujákup, í Sørvági.

Minny var gift við Børge, sum var ættaður úr Klaksvík, og tey fingu fimm børn, Linjon, Jákup, Elisabeth, Maibritt og Aud. Minny og Børge vóru eini fyrimyndarlig hjún í allar mátar. Altíð fryntlig og arbeiðssom, og sera trúgv ímóti familju og vinum.

Børge sigldi sum stýrimaður, tey høvdu eitt eydnusamt hjúnarlag, í viðgongd og mótgongd stóðu tey saman, saknurin var stórur, tá Børge doyði.

Minny knossaðist heima at gera heimið hugnaligt og gott, bøtti, bant, stoppaði og seymaði.

Børnini vóru hennara eitt og alt, og var hon um tey við nærveru og umsorgan.

Minny og tey vóru tíggju systkin, Meinhard, Alma, Alvilda, Herluf, Amy, Jóhan, Maja, Minny, Elilja og Jørleif.

Minny var kend fyri at vera brosandi, vinarlig, rólig, tolin og hevði ein hóvligan atburð.

Hon kundi málbera seg væl við vælvaldum orðum, sum mangan kundu vera ein stór troyst.

Blíðskapurin var stórur, tá ein vitjaði í Klaksvík, og ásannast má, at har ið hjartarúm er, er eisini húsrúm.

Hennara verumáti gjørdi at fólk føldu seg væl, og í veitslulag kundi hýrurin blíva av tí besta, tá Minny kom brosandi við einum lívgandi orði.

Onnur kundu fáa gagn av, tá hon gjørdi sær ómak at rætta upp á eitthvørt, sum kundi gerast meira snotiligt.

Saknurin er stórur, nú Minny er farin.

Systirsonurin Elmar við familju

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo