At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Summarfrítíð. Hendan deiliga tíð, familjuhugni, samanhald, ólavsøka og alt annað gott, hugsaði eg. Men okkara summarfrítíð og okkara lív fóru at broytast frá juli 2019.

24. juli bleiv ein lagnudagur. Faktist tann ringasti í mínum lívi. Klokkan 07 varð eg uppringd, og deyðsboðini komu sum ein skelkur.

Beinta Bergitta er deyð í eini arbeiðsvanlukku á Glyvursnesi, einans 31 ára gomul.

Hóast hennara stutta lív, náddi hon nógv og var eitt ljós fyri nógv menniskju.

Beinta Bergitta var fødd tann 31. august 1987 og var dóttir Eyðstein og Sólrun Henze Jensen, sum eisini eiga børnini Unu Ceciliu og Hjørleif og ommu- og abbabarnið Jasmin.

Sum smágentur vóru vit altíð saman. Hvørgin av okkum gekk á stovni, so vit hava brúkt sera nógvar tímar, dagar og enntá vikur saman í plantasjuni undir Kerjum, inni í indiánarabýnum, súka gjørnum Kongsgil spælt sand og ikki minst gjørt fortreð. Hetta eru minni, sum eg aldrin fari at gloyma.

Beinta Bergitta fór síðani í forskúla hjá nonnunum, har hon gekk til og við 7.Flokk.Eisini her fekk hon sera góðar og tættar vinkonur.

Eftir fólkaskúlan, fór Beinta Bergitta sum so mangur annar niðan í Hoydalar. Her var hon so heppin at fáa sera góðar og hjartaligar vinkonur, sum til sín doyggjandi dag vóru sum eitt.

Hon avgjørdi at arbeiða eitt ár, áðrenn hon skuldi víðari í skúla. Í hesum tíðarskeiðnum fóru hon og nakrar vinkonur at fjakka. Fyri at tað ikki skal verða lygn, so breyt hon seg eisini sundur í Tailandi, og ikki bara eitt sindur. Ein altan datt undan henni, men sum mær er fortalt, lá hon eisini á sjúkrahúsinum við einum góðum sinnalagi.

Eg minnist, tá hon kom aftur til Føroya, hvussu hon var bundin í gips og gekk við høkjum. Tað einasta hon var irriterað inná, var, at hon ikki slapp víðari at fjakka. 

Beinta Bergitta byrjaði so á Setrinum, har hon fór at lesa lívfrøði.

Halt kipp, hon var røsk!

Hon fekk ein bachelor í lívfrøði, men hon var ikki liðug enn. Hennara størsta ynski var at blíva djóralækni. So byrjaði leitanin eftir einum bústaði í Danmark. Ta fyrstu tíðina búði hon bara runt umkring og súkklaði í øllum veðri ein langan tein bara fyri at koma í skúla.

Hetta var áðrenn tú valdi at keypa eina íbúð á Amager. Henda íbúðina var so deilig, og endiliga kundi tú slappa av og hava eitt fast stað at búgva, uttan óttan um at verða søgd upp og enda á gøtuni.

Beinta Bergitta byrjaði sín lesna í Danmark, men fór til Póllands at lesa víðari. Ein kempari, sum vildi nakað.

Eg hevði ynskt at havt bara helvtina av tínum vilja og eldhuga.

Tú hevði sett tær fyri, at tú vildi verða djóralækni, og tað hevði tú eisini blivið, um tú ikki varð tikin frá okkum.

- Arbeiðsom sum fáur var Beinta Birgitta. Hon var komin at halda summarferiuna í Føroyum og at forvinna sær pengar til útbúgvingina, sum hon var í holt við. Hon var røsk og tók altíð fatt, har hon kundi.

Hetta kom eisini til sjóndar, tá eg og Jónhard blivu gift.Tá tókst tú eisini fatt og sat og rullaði serviettar saman við mær kvøldið fyri brúdleypið. Eisini eftir veitsluna vóru tú, mamma tín og systir tín og vaskaðu alt HB-húsið, uttan at vit høvdu biðið tykkum og uttan at forvænta nakað. Ikki eingongd søgdu tit nakað. 1000 takk fyri. Tað, sum skuldi gerðast, gjørdi tú.

Nøkur av bestu minnunum eg havi saman við tær í okkara vaksna lívið eru, tá vit komu til Danmarkar til Eurovision. Tú og Jónhard elskaðu tað. Tað var tykkara. Mær dámdi betur hugnan, áðrenn vit fóru til konsertinar og samveruna sum vit høvdu samaní Danmark. Títt kamar á Amager bleiv okkara friðskjól tað vikuskiftið.Tað var sum at koma heim, sjálvt um tað var fyrstuferð, vit vóru har. Tú hevði hendan eginleikan at fáa øll at føla seg heima. Eisini tá vit komu til Danmarkar við familjuni at hátíðarhalda 60 ára dagin hjá babba, beyð tú okkum heim til tín og hjálpti enntá mær og Jónhard (ordiligir Føroyingar, sum ikki duga at brúka metro og at kjekka inná flogvøllinum).Tú komst allanvegin út við okkum og orðnaði alt fyri okkum.

Tá eg bleiv við barn í 2016, bleivst tú so spent og fyldi væl við øllum. Tað kom nokk heldur ikki sum nakað sjokk, at tú varð biðin um at vera gumma hjá soni okkara. Tað hevði so stóran týdning fyri teg at vera við til dópin, at tú komst til Føroya uttan at hava ráð og tíð at koma, men tú ynskti at vera har fyri son okkara og okkum, takk fyri. Ein stuttlig søga um dópin er, at tú passaði ikki ordiliga tey føroysku klæðini, men at tú vildi í tey, so tey blivu seymað saman, tá tú vart í teimum. Ikki ein og hvør kundi funnið uppá sovorðið.

Tað er ein sorg, at Benjamin ikki fer at uppliva gummu sína. Benjamin er 4 ár í dag, og hann veit, at hann hevur eina Beintu Bergittu gummu hjá Jesus pápa. Benjamin skal nokk eisini læra teg at kenna, tí tú fert altíð at vera ein partur av okkara lívið.

Eg minnist, vit spurdu Beintu Birgittu, um hon ikki kom í biograf við okkum tveir dagar áðrenn vanlukkuna.Men hon kundi ikki, sjálvt um hugurin var har. Hon skuldi arbeiða náttarvakt og gera skúlating, áðrenn náttarvaktina. Hon segði: “Í komandi viku arbeiði eg dagvakt.Tá kann eg koma við”. Lítið vistu vit, at eingin næsta vika var hjá tær.

Tað er skjótt eitt ár síðani, tú doyði. Enn er tað undarligt at siga, at tú ert deyð. Óveruligt og tómligt. Hetta árið hevur verið merkt av tínum manglandi leikluti í okkara lívum. Ein tilvera, sum vit noyðast at venja okkum við. Men tað er ein uggi, at eg kann koma at tosa við teg og sita hjá tær í kirkjugarðinum.

Eg kundi skrivað um allar okkara fantastisku upplivingar og góðu løtur saman. Men eg velji at goyma tær. Eg kann gleðast um at eiga tær í hjartanum.

Takk fyri alt, tú vart fyri okkum.Vit fara altíð at goyma teg í hjartanum.

Vinkona tín
Guðrun Gripsheygg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo