Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Minst ein persónur er deyður og 13 persónar særdir eftir skjóting í einum matvøruhandli uttanfyri Memphis í USA.

Støðan hjá teimum særdu er ikki kend, sambært lokalu sjónvarpsrásini Fox Memphis.

Politisjefurin í Collierville, Dane Lane, sigur at løgreglan leitaði eftir fólkum í handlinum sum høvdu fjalt seg.

Tá var eisini gerningsmaðurin funnin deyður, helst eftir at hava skotið seg sjálvan, sambært Lane.

– Vit funnu fólk sum høvdu fjalt seg í frystarum og stongdum skrivstovum, sigur Lane.

Skjótingin var í handlinum Kroger í býnum Collierville uttanfyri Memphis.

Løgreglan er vælmannað á staðnum, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo