Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ein herur av gravimaskinum og sleipibátum arbeiða allan sólarringin við at fáa risastóra bingjuskipið Ever Given frá felagnum Evergreen leyst aftur, eftir at tað mikudagin kílaði seg fast í Suesveitini.

Minst 140 skip bíða eftir at sleppa ígjøgnum veitina, og ímeðan bløðir vinnan 2,5 milliardir krónur um tíman, skrivar Lloyd's List.

Vanliga sigla eini 50 skip ígjøgnum veitina, og tá tað ikki ber til, noyðast tey at bíða ella sigla suður um Afrika. Báðir møguleikarnir kosta pengar.

- Hetta merkir eitt nú, at trotið á bingjum gerst enn størri, og at farmaprísirnir hækka enn meira. Nú veldst alt  um, hvussu leingi støðan stendur við, sigur Layland Barker , sum er stjórin í Titan Containers, sum leigar út bingjur til flutning og gloymslu.

Umleið 12% av øllum handilsfarmi fer gjøgnum Suesveitina, sum er 162 kilometrar long og góðar 300 metrar breið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo