Tað er India Institute of Medical Sciences sum hevur kannað hvussu vandamikið tað er at stilla seg upp at taka eina selfie mynd ymsastaðni. Tey eru komin eftir, at síðani 2011 eru í miðal 43 fólk deyð árliga, antin tí tey eru druknað, yvirkoyrd ella omandottan ímeðan tey hava roynt at taka eina mynd av sær sjálvum.
Serliga menn taka tjansir, 7 av 10 sum lata lív í situatiónini eru menn.
Men í veruleikanum er talið helst nógv størri, tí tað er verri enn so altíð at myndugleikarnir skráseta orsøkina til eitt deyðsfall sum "roynd at taka eina selfie".
Mælt verður til at seta upp skelti sum forbjóða ella í øllum førum ávarað ímóti at taka selfie myndir á støðum, har tað ofta eru hendar vanlukkur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo