Minst 50 persónar eru deyðir av eini spreinging í sjiamuslimskari mosku í býnum Kunduz í Afganistan, upplýsa sjúkrahúskeldur fyri AFP.
Spreingingin var undir fríggjadagsbønini. Ikki er kent hvør orsøkin var til spreingingina, men fleiri miðlar skriva at talan var um eina bumbu.
Terrorfelagsskapurin IS hevur áður gjørt seg inn á sjiamuslimar í Afganistan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo