Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hagstovan: Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við tí størsta arbeiðsloysinum, er lítil munur millum allar hinar sýslurnar:

- Minst er tað í Vága sýslu við 1,4%, í Eysturoy við 1,5%, í Norðstreymi og Norðoya sýslu við 1,6% og í Sandoyar sýslu við 1,7%.

- So er eitt lop upp til Suðurstreymoyar sýslu við 2,4%.

- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 5,2%,og tað er ein lítil hækking frá mánaðinum frammanundan, tá tað var 4,7%. 

Í flestu sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, í Sandoyar sýslu, har tað er øvugt, og í Vága sýslu, har tað er javnt lágt hjá báðum kynum. 

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy, har tað bert er 0,7%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 6,5%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo