Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norski mirakelpredikanturin og evangelisturin Svein-Magne Pedersen, leiðari í Misjonen Jesus Leger, leggur eftir koronavaksinunum.

Pedersen kallar millum annað vaksinurnar fyri «gift», og breiður út konspirasjónsteoriir um at vaksinan gevur niðursettan fertilitet. Hetta sigur hann er dagskráin hjá millum annað Microsoft-stovnaranum Bill Gates.

«Um tú ynskir at liva, halt teg so langt burt frá sproytuni», skrivar prædikumaðurin millum annað á Facebook, sum kristna dagsavísin Dagen fyrst umtalaði.

Skeivu og konspiratorisku úttalilsini um koronavaksinuna hjá mirakkulevangelistinum Svein-Magne Pedersen, fáa David Åleskjær, sonur evangelistin Åge Åleskjær, til at svara aftur.

Åleskjær gjørdist deyðasjúkur av covid-19. Hann var smittaður í mars, men bíðaði leingi við at søkja sær læknahjálp. Tá ið hann so fór til læknan, var hann lagdur inn á sjúkrahús beinanvegin. Har var staðfest at hann hevði blóðtøpp í báðum lungunum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo