Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í kvøld kl. 19 byrjar missiónsvikan í Saron í Sandavági. Sum vanligt verður byrja við Smiley, sum er fyri juniorar um 5-7 flokk.

Síðani eru møtir kl. 20 hvønn dag fram til leygarkvøldið, tá ein sangløta verður í Sandavágs kirkju kl. 19.

Har vera góðir felagssangir og Magni Christiansen luttekur og fer at syngja nakrar av sínum kendu andaligu slagarum.

Sunnudagin er gudstænasta við altargongd kl. 11 og er tað Inga P. Dam sum er prestur. Kl 15 er familjumøti í meinigheitshúsinum og missiónsvikan endar við møti kl. 18, har Havstein Klein prestur talar.

Øll eru hjaraliga vælkomin!

Skráin fyri missiónsvikuna sær soleiðis út:

Týsdagur 23. januar
kl. 19:00 Smiley juniorløta

Mikudagur 24. januar
kl. 20:00 Møti við Ingu P. Dam. Óluva og Oluf syngja

Hósdagur 25. januar
kl. 20:00 Møti við Agnar F. Joensen. Tórfríð Tavsen syngur

Fríggjadagur 26. januar
kl. 20:00 Møti Kristian Martin Petersen. Manskórið í Fuglafirði syngur.
Innsavning til Heimamissiónina

Leygardagur 27. januar
kl. 19:00 Sangløta í kirkjuni. Magni Christiansen vitjar.
Drekkamunnur í meinigheitshúsinum aftaná.

kl. 22:00 Ungdómsløta

Sunnudagur 28. januar
kl. 11:00 Guðstænasta og altargongd v. Ingu P. Dam

kl. 15:00 Familjumøti

kl. 18:00 Møti við Havstein Klein. Pílagrímar syngja Innsavning til meinigheitshúsið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo