Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum bygdarráðlimur haldi eg, at tað er uppá sítt pláss, at kunna Eiðis borgarar og almenningin um  vindmylluætlanina á Eiði.

Sum øll vita, so hevur Umhvørvisstovan arbeitt við at fáa grøna orku úr vindmyllum, og eitt øki beint frammanfyri Slættartind, ímóti Eiðis bygd, er mett til at vera væl egnað, so Umhvørvisstovan hevur biðið Eiðis Kommunu um loyvi, at fara undir hesa verkætlan.

Málið hevur verið fyri á kommunufundi, og samtykt var, at bert geva eitt fyribils loyvi, og ávísar treytir skuldu vera uppfyltar, fyri at kunna geva eitt endaligt loyvi.

Og ONGAR treytir eru uppfyltar, so einki loyvi er til at seta vindmyllir upp á Eiði, lat tað vera sligið fast.

Og hvar er trupulleikin?

Jú, okkara Umhvørvisstova, sum hevur fingið til uppgávu at fáa Grøna Orku, skjótast gjørligt inn á okkara el-net, til frama fyri okkum øllum, EISINI skal vera tann mynduleikin, sum skal verja og tryggja umhvørið, í hesum føri m.a avleiðingar av larmi, staðseting, útsjónd, o.s.fr.

Øll vita, og tað sigur søgan okkum, at sami mynduleiki kann ikki standa fyri útbygging og eftirliti, og samstundis vera verjin hjá umhvørvinum og borgarnum at frama, uppá somu tíð.

Hetta má skiljast sundur í tveir stovnar, og hvør er kærumynduleikin í hesum - nokk Umhvørvisstovan.

Og hvussu fer hetta fram?

Jú, akkurrat uppá sama máta, sum tá Loranstøðin bleiv bygd, og stór mastur bleiv sett upp.

Jú, jarðareigararnir fingu knappliga møguleika at fáa pengar á bók, og leyst og liðug, loyvi var givið.

Og søgan endurtekur seg, aftur skuldi Eiði á breddan, nú var tað SEV, sum skuldi útbyggja vatnorkuna, og har var Eiðisvatn loysnin.

Jú, aftur nakrar pengar á borðið til jarðareigararnar, so var trupulleikin loystur.

Og hvussu er støðan í dag við vindmyllunum?

Jú, aftur er stórur peningur bjóðaður til jarðareigararnar, og so skal nokk loyvi koma, men enn kunna vit øll onnur gera okkara til, at besta loysnin verður funnin, orku og umhvørvinum og ikki minst núverandi borgarum og øllum føroyingum at gagni.

Og hvat tosa vit um, jú, eitt tal ímillum 5 -10 vindmyllur skula nú prýða Slættaratind á júst sama øki, har Loranmasturin var uppsett, og sagt verður at vindmyllurnar kunnu vera upp til 80 - 100 m upp í luftina.

Umhvørvisstovan verjir seg við, at tann, ið vinnur útboðið skal uppfylla allar treytir, sum vit sum kommuna seta.

Altso skal Eiðis Kommuna hava skyldina fyri, at eitt orkufelag møguliga missir millionir av krónum, tí Eiðis Kommuna møguliga sigur nei til byggi- og nýtsluloyvi, tí treytirnar ikki eru uppfyltar.

So áheitanin herfrá til Umhvørvisstovuna:

Komið við einum lidnum projekti, har allar treytir eru uppfyltar, sum Eiðis Kommuna, jarðareigarar, og onnur kunna hava, og ikki fyrr enn tá, kann støða takast til hetta grøna málið.

Konrad Joensen 23-08-2019    
Bygdaráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo