Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hví er trivnaðurin millum børn og ung í afturgongd, verður ofta spurt.

Í DK verður upplýst, at fimta hvørt barn hevur sálarligar avbjóðingar,

ADHD-diagnosurnar vaksa í stórum, hópur av tannáringum verða skrásettir av hava tunglyndi osfr. Gongdin í Føroyum líkist helst í ávisan mun henni í DK.

Hvad er áfatt?

Nógv bendir á, at børn og ung í dag áhaldandi eru í vasi av materiellum góðsi, samstundis sum tey liva í støðugum talgildum meldri, har tey frá lítlum alla tíðina læra at vera on fyri ikki at gerast off og detta niðurímillum.

Lívið við hús er merkt av strongdum gerandisdegi, har foreldrini hava úr at gera at svara hvørjum sítt at halda ynsktan materiellan standard, meðan tey eisini halda, at børnini skulu vera aktiv og íðka/venja bæði hetta og hatta, samstundis sum foreldrini sjálvi, aftaná ein strævnan dag, eisini skulu náa egna sjálvsrealisering - er samanlagt uppskriftin upp á vaksandi sálarliga møði í familjunum.

Mørk og vanar
Hópurin av foreldrum eru eisini áhaldandi í talgilda rúminum og gloyma seg burtur á snildtelefonunum, sum sjálvsagt ávirkar kringumstøðurnar, ikki minst neyðuga sínámillum sambandið við børnini. 

Hetta elur hugburð, har foreldrini gerast umberandi og lata børnini fáa sín vilja, so at tað eru børnini, sum seta reglarnar heima sum úti og ikki foreldrini.

Í hesum gerandismeldri har sambandið millum foreldur og børn kann gerast meira mekaniskt enn kensluborið. Mørkini kámast fyri, hvat børn kunnu, kenslan av ábyrgd fjónast og børnini missa fatanina av ábyrgd og eisini virðingina fyri hvat er rangt og rætt.

Øll børn hava brúk fyri at kenna mørk, at vera trygg og vita hvat ber til og ikki ber til - og at børnini harumframt sjálvsagt fáa tað teimum tørvar og ikki bara tað, tey ynskja.

Harafturat eru sunnir matarvanar og støðugt svøvnlag avgerandi fyri, at børnini kunnu virka eftir evnum í gerandisdegnum og ikki minst í skúlanum. Tað haltar mangan, har internetið hevur nápað ríkiligan part av náttarsvøvninum.

Áhaldandi talgildingin, har børnini í vaksandi mun ogna sær samleikan á skýggjunum - samleiki, sum oftast er ein glansmynd uttan veruleika, saman við minkandi sínámillum kenslulig og sosial sambond vil hús, har børnini ikki fáa tað í beinið, sum ger tey til treystar og støðufastar ungdómar, má orsaka ørkymlan og hjá fleiri eitt lívsvónloysi, sum vit so síggja aftur í øktari diagnostisering av børnunum í fólkaskúlanum.

Ábyrgdin
Og lívið, lívið segði onkur. Tað er júst har vit eru.

Soleiðis, sum vit hava valt at liva, rakar vaksandi sálarliga ómegdin børnini.

Ábyrgdin fyri hetta liggur fyrst og fremt hjá foreldrunum - børnini eru teirra, men eisini samfelagið má gera upp við seg sjálvt, um gerandiskarmarnir eru teir røttu, um støðan ikki skal broytast til tað verra.

Tað er sostatt ikki lands- og PISA royndirnar, sum gera børnum og ungum ilt, sum onkur heldur. 

Tvørturímóti elva royndirnar til haldføri, vitan og menning fyri børn og ung.

Sjálvsagt krevja allar skipanir javnan at verða endurskoðaðar, eisini royndirnar í fólkaskúlanum, men bert at seta fokus á royndarvirksemi fyri at styrkja um sálarliga haldføri hjá børnunum, gevur onga meining.

Tað er annar lútur sum skal til, skal skeiva gongdin við sálarstøðuni hjá børnunum fáast á beint. Og har liggja heimini fremst.

Annað, sum ikki verður umrøtt, nú fokus er á sálarstøðuni hjá børnum og ungum er, um støðan samanumtikið er nógv versnað í mun til árini frammanundan, men at tað møguliga eisini er nógv vaksandi diagnostiseringin, sum nú setir tal á avbjóðingar hjá børnum, sum kanska altíð hava verið har? At diagnostiseringin eisini orsakar ein sjúkliggering av børnunum?

Tað er tó ein heilt annar spurningur.

Samanumtikið er tað kortini mín fatan, at allarflestu børn og ung liva og virka í góðum samljóði við seg sjálvan, heimalívið og vinaskara. Tað eiga vit ikki at gloyma. 

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo