Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í fjør lá Mitsubishi sum nummar 7 á føroyska Topp 10-listanum hjá Akstovuni yvir mest seldar bilar. Men nú hevur Mitsubishi boðað frá, at ongi nýggj snið hereftir verða framleidd til Evropa.

Mitsubishi Motors sigur í tíðindaskrivi, at “Mitsubishi Motors Corporation resolved to freeze the introduction of new models to the European market. Sales of existing models will continue. Tað vil siga, at verandi goymsla av verandi sniðum verður seld út.

FDM sigur, at útreiðslurnar at uppfylla komandi EURO7-umhvørviskrøvini eru so ómetaliga stórar, at fleiri bilasløg nú fara at leggja størri dent á eysturlendska marknaðin. Onnur merki eru t.d. Daihatsu, sum Toyota eigur, Infiniti, sum Nissan eigur, og Daewoo, sum Chevrolet eigur.

Mitsubishi Motors hevur leingi havt trupulleikar – men felagið er í dag ein partur av sokallaðu “Alliansuni”, sum er eitt samstarv millum Renault, Nissan og Mitsubishi.

Alliansan hevur avgjørt at býta heimin upp millum merkini: Renault skal menna merkini í Evropa, Nissan skal leggja vekt á USA og Kina, meðan Mitsubishi skal selja til Suðureysturasia. Nissan framleiðir longu bíligar Datsunbilar til eysturlendska marknaðin og Renault eigur eisini Dacia.

Ein sera vælumtóktur Mitsubishi í Føroyum hevur verið tann stóri Pajero. Vilt tú eiga ein sovorðnan, skalt tú bera skjótt at – tí framleiðslan av honum steðgar beint nú. Hvussu leingi sølan av Mitsubishi í Evropa heldur fram er óvist, tí verandi snið eru tey flestu longu gomul.

Outlander er sera vælumtóktur, mest seldi plugin-hybrid í Evropa og Danmark. Í Noregi seldi hann betri enn Tesla Model 3. Nýggja sniðið skuldi koma í heyst – men kemur nú als ikki. Nýggjur Eclipse Cross plugin-hybrid var eisini á trappunum.

Mitsubishi Danmark A/S, sum innflytur bilarnar, sigur við danska blaðið Motor, at tey fara at halda fram at selja verandi snið, serliga Outlander plugin-hybrid. Men eingin veit enn, hvussu leingi hann verður framleiddur.

Í Bretlandi siga innflytararnir, at teir halda fram at selja Mitsubishi, so leingi gomlu sniðini svara evropeisku trygdar- og útlátskrøvunum. Á teimum ljóðar, sum at flestu sniðini verða framleidd í nøkur ár aftrat.

Mótgangurin hjá Mitsubishi í Evropa byrjaði longu í 2012, tá felagið noyddist at lata einastu verksmiðju í Evropa aftur. Tað var stóra Nedcarverksmiðjan í Born í Niðurlondum, sum framleiddi Colt, Outlander og Smart Forfour.

Mitsubishi hevur verið sera vældámt í Føroyum og floymdi inn á marknaðin fyrst í áttatiárunum við Lancer, Galant, Sapporo, Colt, Pajero og L200. Seinastu tíðina hava ASX og Eclipse Cross verið vælumtóktir.

Tað eru Waag-bilar, sum umboða Mitsubishi í Føroyum. Sambært hagtølunum hjá Akstovuni lá Mitsubishi sum nummar 7 á Topp 10-listanum yvir mest seldar bilar í fjør við 134 bilum. Í ár røkka teir ikki Topp 10-listan. Men Waag umboðar fleiri av hinum bilunum hjá “Alliansuni”, t.d. Renault og Dacia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo