Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nýggjársrøðan sum Eyðvør Petersen helt í Sørvági:

Góðu sørvingar, góðu gestir – góðu áhoyrarar.

Tað er mær ein heiður at standa her í kvøld. Vit eru øll mett av røstum, góðum kjøti, meðan bollarnir og pylsurnar hanga undir borðinum. 

Eg eri tilflytari. Flutti til bygdina fyri 18 ½ árum síðan. Tá eg flutti vestur átti eg tveir deiligar dreingir, sum skjótt fullu sera væl til, og síðan hava vit fingið 3 børn afturat. Sjómanskona við 5 børnum; tað hevur ikki altíð verið lætt, men við góðari hjálp frá verforeldrunum, sum eg altíð havi sett stóran prís uppá, so gekk tað eisini.

Tá eg flutti úr lítlu bygdini Haldórsvík og vestur til Sørvágs, setti eg búgv í einum framúr góðum grannalagi og havi síðani fingið fantastisk vinfólk, sum hava havt alstóran týdning fyri, at eg trívist so væl, og nú sigi NEI, eg veit ikki, uttan at hugsa um tað.

Vit syngja í Sørvágssanginum Sørvágur tú vakri staður og kunnu vit ikki annað enn siga, at her er vakurt at vera. Eg haldi, at eg kann siga, at her grør um gangandi fót. Her er arbeiði til nærum allar hendur.

Vit hava ein moderniseraðan skúla, til gleði fyri børnini og tey vaksnu.  Nýggja tannlæknastovu og tilhaldið sum eisini er á skúlanum. Um ikki so nógv ár, fái eg sjálv gleði av hesum.

Ikki at snakka um góða barnagarðin og frítíðarskúlan vit hava her í bygdini.

Síðan eg kom vestur havi eg sett stóran prís uppá alt barna,- og ungdómsarbeiði sum verður gjørt í Sørvági. Missiónshúsið ger eitt megnar arbeiði og eru  nógvar eldsálir har, sum vit øll í bygdini eiga at seta stóran prís uppá.

Vit hava nógv: skótar, boðaskjótarar, hornorkestur, góð og kend orkestur, nógvar góðar tónleikarar og sangarar – og nú eisini Nykin, og tiltakið Jól við Vatnið. Vit hava eitt deiligt spælispláss á Stakka, í hjartanum á bygdini, og í januar fáa vit ungdómshús. Og ikki at gloyma, verðsins besta kavagravara.

Eg veit at øll ikki íðka ítrótt, men her SKAL vera pláss fyri øllum. Vit áttu at staðið saman um alt her í bygdini.  Eg haldi, at vit skulu verða takksom fyri alt vit hava her.

Sørvágs kommuna fevnir eisini um bygdirnar: Bøur, Gásadalur og Mykines. Í hesum trimum bygdunum eru sanniliga eisini eldsálir. Tiltakið Jól í Bø, sum á hvørjum ári hevur fleiri vitjandi, og har bygdafólkið stendur saman og bjóðar øllum føroyingum til eitt ókeypis tiltak upp undir jól. Múlafossur, sum nú hevur sett Gásadal á heimskortið og Mykines sum á hvørjum árið fær túsundatals ferðafólk flutt trygt vestur við Jósupi.

Mítt hjartamál er fótbóltur, flogbóltur og countryfestivalurin her í Sørvági. Hetta hevur fylt nógv í okkara heimi.

07Vestur er ein sonn sólskinssøga. Felagið veksur fyri hvørt ár. Hagtølini hjá FSF vísa, at 07Vestur hevur flest íðkandi børn í mun til íbúgvaratalið. Hesum kunnu vit vera stolt av.

07Vestur raðfestir, at tað skal vera rúm fyri øllum børnum; at tey skulu kenna seg sum ein part av felagsskapinum, og tí deila tey ikki børn upp í A, B og C, men tey blanda børnini og seta fokus á spæligleðina og at tað er brúk fyri øllum.

Umstøðurnar hjá felagnum eru í topp. Vit hava fingið nýtt felagshús sum vit kunnu hava tiltøk í.

Ungdómsarbeiðið byrjar at geva frukt á fyrsta liðnum, men tað er bara ein byrjan. Felagið hevur havt eitt turbulent ár, men tá ið á stendur, standa tær lokalu kreftirnar saman um felagið. Vit eru øll spent til komandi kappingarár, tá tað aftur verður sunnudagsfótbóltur á Dungasandi. Hetta verður fyrstu ferð, at felagið spælir tvey ár á rað í fremstu deildini. Hetta eru vit øll glað fyri.

Sørvágur er flogbóltsbygdin fram um allar. SÍ hevur heili 25 lið í kappingini í vetur.

Eg seti stóran prís uppá øll hesi børnini og ungu, sum hvørja viku brúka nógvar tímar til venjing, dystir og kappingar. Tit hava eitt pláss í mínum hjarta.

Neyvan nakað felag hevur nakrantíð vunnið so nógv FM-heiti og steypafinalur í einum kappingarári, sum SÍ kláraði í vár.

Vit kunnu sanniliga verða stolt í Sørvági. Umframt at SÍ eigur bulin á flestu ungdómslandsliðum, so eiga vit ársins áleypara, ársins verjuleikara, ársins stjørnuskot og ársins dómara.

Hetta ber bert til við framúr ungdómsarbeiði. Men vit munnu verða samd um, at umstøðurnar eru ikki tær bestu. Høllin, sum SÍ leikar í, er alt annað enn nøktandi. Her burdu bygdafólkini og kommunan tikið saman hendur og bygt nýggja høll.

Onkur tosar um at útbyggja tað gomlu. Mær vitandi, er tað bara Halleluja Sofus, sum klárar at gera ein gamlan bil flottan, men eisini hjá honum, er bilurin framvegis gamal og ótíðarhóskandi.

Ein og hvør bygd hevur brúk fyri einum hjarta. Hjarta í Sørvági er á Dungasandi. Herfrá andar øll bygdin í ítrótti, tónleiki og samanhaldi. Mín dreymur er beint her. At bygt eina ítróttarhøll yvir ánni í forleingilsi av 07-vesturhúsinum. Vit høvdu fingið høll, áskoðaraskýlið og parkeringsøkið. 3 flugur við eitt smekk.

Countryfestivalin eiga vit, og eiga allir sørvingar at standa saman um hann. Mín vón er, at so nógv sum møguligt fara at hjálpa til, so at vit kunnu vísa Føroyalandi, at hetta eru vit errin av. Sørvingar eru gestablíðir, og seta Sørvág, enn einaferð, á Føroyakortið. Og í ár verður eingin minni enn Carlin Carter á Dungasandi. Jihaa......

Tað er altíð onkur sum situr við sorg og sakni í árinum sum júst er farið. Við tykkum havi eg djúpa samkenslu og má Harrin styrkja tykkum í komandi døgum.

Eisini øll tit, ið eru rakt av sjúku, og tit sum sita einsamøll í bygdini sendi eg somuleiðis eina nýggjárheilsan.

Vit eru ábyrgdarar av okkara egna lívið, og eru vit øll gull verd. Vit eru noydd at stuðla og hjálpa øllum eldsálunum í bygdini, ella drukna tær og so hava vit ongar eftir. Tí mugu vit øll standa saman. Øll kunnu hjálpa uppá sín máta. Vit mugu lyfta í felag.

Fari at enda við niðurlagnum í sanginum Føroyar eru heimsins besta stað hjá 6. flokki í Sørvágs skúla.

Og vit kunnu velja hvønn dag
At vera takksom nøgd og glað
Fyri alt vit eiga
Og fyri hendan stað
Ja vit kunnu velja hvønn dag
At síggja tað vakra og njóta tað
Jú Føroyar eru heimsins besta stað

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár.

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo