Tað er verri at klúgva ein fordóm enn eitt atom
- Albert Einstein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

 

Tað var áhugavert at síggja sendingina um mjadnabørn í KVF hósdagin. Hetta var sjálvsagt hart bæði fyri børnini og teirra foreldur.

Men tað er tó ein partur av hesi søgu, at tað vóru fólk í Kalundborg, sum sjálvboðið høvdu umsorgan fyri hesum børnum.

Eg eri sjálvur føddur í Kalundborg, har henda søgan fer fram. Míni foreldur búsettust har í 1942. Her komu tey í eina lítla samkomu, Kristent Fællesskab. Leiðarin var Poul Madsen, kendur í Brøðrasamkomuni í Føroyum.

Í hesi samkomu í Kalundborg vóru eisini hjúnini Grace og Richard Eierdal. Her bleiv vinskapur fyri lívið millum tey og okkum.

Hesin vinskapur man hava gjørt sítt til, at hesi hjúnini føldu eina serliga umsorgan fyri teimum føroysku børnunum við mjadnabreki á Kysthospitalet í Kalundborg.

Børnini skuldu, sum greitt var frá í sendingini , vera innløgd í eini tvey til hálvtriðja ár, og stóran part av hesi tíðini skuldu tey liggja í seingini. Í hvussu er skuldu tey ikki seta fótin til. Hetta var hart hjá hesum børnum. Tey vóru burtur frá sínum foreldrum og annars øllum heimligum umhvørvi. Tey gloymdu føroyska málið og tosaðu bert danskt, tá ið tey komu heim aftur.
Hetta var eisini hart hjá foreldrunum, sum skuldu senda síni børn, sum neyvan høvdu nátt skúlaaldur, einsamøll av landinum hesa longu tíð. Sjálvsagt kundi tey vitja síni børn, men tað varð vanliga bara gjørt eina ferð árliga. Tað vóru enntá foreldur, sum máttu senda tvey børn til somu viðgerð.

Grace og Richard vóru sum ein omma og abbi
Her gjørdu Grace og Richard í nógv ár ein innsats at vitja hesi føroysku børn og at taka sær av teimum. Tey lósu søgur fyri teimum góvu teimum eitt Guds orð og tóku tey heim til hús, tá hetta lat seg gera. Tað er lætt at skilja, at hetta hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri børnini í teirra longu innlegging.

Hetta minnist Jónsvein úr Sandavági, sum var partur av sendingini, væl. Hann gjørdist sum ein partur av familjuni hjá Eierdal og var javnan heima hjá teimum. Hann vitjaði tey eisini, eftir at hann var blivin vaksin, og hann var eisini til jarðarferðina hjá Grace, tá ið hon doyði nógv ár seinni. Tá spurdi ein av synunum hjá Eierdal í skemti, um hann var eitt av teimum børnunum, sum kappaðist við teir beiggjarnar um umsorganina hjá foreldrunum! Sami vinskapur bleiv eisini millum Eierdalhjúnini og foreldrini hjá Jónsvein, eins og fyri onnur foreldur.

Hetta sama var galdandi fyri nógv av hesum børnum. Men fleiri av børnunum vóru so smá, at tey kanska ikki minnast hetta.

Grace og Richard vóru eisini til hjálpar, tá ið foreldrini hjá hesum børnunum komu á vitjan. Einaferð kom ein mamma úr eini lítlari bygd, sum helst ongantíð fyrr hevði verið í Danmark, at vitja sítt barn í teirri trúgv, at sjúkrahúsið gav henni innivist. Hetta var ein misskiljing, og mamman kom í dýrastu neyð. Hon hevði als ikki tikið hædd fyri, at hon noyddist sjálv at útvega og gjalda innivist, so hetta var ein ring støða at koma í. Men her royndust Richard og Grace bókstaviliga sum frelsandi einglar. Tey bjóðaðu mammuni at búgva heima hjá teimum og bjargaðu harvið henni úr eina sera trupla støðu. 

Við Kalundborg var eisini Blindainstituttið, har føroysk børn eisini komu. Her hendi tað sama, at tey bæði vístu somu umsorgan

Grace og Richard vóru í Føroyum og ferðaðust í 1979. Tá vitjaðu tey fleiri av ”teirra børnum” og foreldur teirra. Tey tóku til hvussu hugtikin tey vóru av okkara landi og av tí blíðskapi, sum tey møttu.

Marran hjá einum pápa: Fekk skeivan son
Ein søga er um, hvussu illa ein pápi kundi koma fyri. Hann kom at vitja sonin sum hann ikki hevði sæð í eitt ár. Hann varð vístur inn til ein drong, sum hann ikki kendist við. Hann segði beinanvegin, at hetta var ikki hansara sonur. Men sjúkrahúsið helt fast um sítt og gav pápanum greið boð um, at var hetta ikki hansara sonur, so var hann als ikki har. Hetta var einasti drongur á stovninum við hesum navni.

At enda byrjaði hart kroysti pápin at ivast. Børn kundu jú broytast so nógv eftir einum ári! Pápin búði hjá Grace og Richard, sum royndu at stuðla honum. Hann fekk eina ringa nátt, men morgunin eftir mátti sjúkrahúsið ásanna, at har høvdu tey mistikið seg, og at føroyski pápin var vístur inn til ein skeivan drong við sama navni sum hansara!  Tá ið hann sá sonin. var heldur eingin ivi.

Sermerkt hjún
Grace og Richard vóru, sum tað skilst, eini sermerkt hjún. Tey vóru trúgvandi fólk, og hetta vístu tey bæði í verki og í samskifti við onnur. Tey umboða eisini eitt tollyndi, sum er í samsvar við veruligan kristindóm. Tey vórðu seinni virkin limir í lítlu hvítusunnusamkomuni í Kalundborg, har annars føroyingurin Jónar Jacobsen, úr Vestmanna, er leiðari. Her var Grace organistur. Men tað forðaði ikki fyri, at hon eisini spældi orgul á møtum hjá heimamissiónini.

Sjálvur vitjað eg ofta bæði Grace og Richard, og varð so hjartaliga væl móttikin hvørja einastu ferð. Tað sama vóru aðrir føroyingar.

Tey bæði blivu gomul og eru deyð fyri fleiri árum síðani.
Tey fingu tríggjar synir, Henning, Mogens og Eigil, sum búgva ymsa staðni í Danmark. Teir eiga trý børn í part. Tann elsti, Henning, sum býr í Hirtshals, hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, og vit hava framvegis samband.

Fólk sum Grace og Richard fáa eingi almenn heiðursmerki, og tað høvdu tey heldur ikki roknað við. Men nú søgan um tey mjadnasjúku verður fortald, so eiga tey eisini at gerast ein partur av hesi søgu.

Óli Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo