Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað eru nógv góð fólk sum bjóða seg fram til Býráðsvalið í Tórshavn. Hetta er eitt sera týdningarmikið val. Um stutta tíð er fasta sambandið til Eysturoynna veruleiki, og kommunurnar kring Skálafjørðin samanvið Havnini og skjótt Sandoynni eisini verða samansjóðaði til eitt øki har sløk 60% av Føroyingum fara at búleikast og har Tórshavn verður lokomotivið í hesum kraftdepli.

Ongin av valevnunum í Tórshavn hava enn skrivað um inntøkur til Havnina og ongin kommerciell visión er komin enn hvussu vit framhaldandi menna Torshavn og hava eitt høgt livistøði her.

Eg havi okkurt íkast :

Tad er stórur altjóða áhugi fyri at seta ein stóran radara upp á Sornfelli. At seta ein slíkan radara upp vil hava fitt av arbeiði við sær. Havnin og Føroyar eru ikki limir i NATO og vit hava ongar fíggindar. Tí skulu vit seta fíggjarliga treytur við fyri at lata td., NATO sleppa upp á Sornfelli aftur. Sornfelli liggur innanfyri Havnar kommunu so nyggja Býraðið skal fara aktivt inn í fyrireikingarnar og samráðingarnar til slíkan radara sum fer at hava risastóran týdning fyri Føroyar uppá mangar mátar. NATO vil uttan iva bæði rinda leigu av Sornfelli og gera aðrar íløgur her á landi sum NATO er vant at gera har hesin felagsskapur sleppur at etablera seg. Onkur vil siga at hetta er ikki føroyskt málsøki og landspolitikkur, men eg haldi at Stóra Tórshavn skal hava eitt stórt orð at hava sagt í hesum máli og at vit ikki fáa endurtøku av ti myrkaspæli sum for fram a sinni tá Mjørkadalstøðin var lirkað inn a okkum. Havnin skal veruliga hava inntøkur og nýggj arbeiðspláss tá radarin kemur, tí tað ger hann!

Skjótt fara Føroyar at verða við í rúmdarvinnuni. Í løtuni fara umleið 400 fylgisveinar yvir Suðurstreymoy um samdøgri. Tórshavnar Býráð skal verða við at stuðla eina sonevnda “tracking støð” fyri fylgisveinar í Mjørkadali og har gamla støðin, í dag er hon eitt fongsul, verður ajourførd og nýtt til eitt space center har fylgisveinar down loada og data verður processað og goymd fyri altjóða klientum. Ein slík støð vil geva inntøkur og hátøknulig arbeiðspláss og vil eggja ungum føroyingum at huxa um eina framtíð innan rumdarvinnu, ein vinna sum Setrið og Glasir skulu geva nógv meira gætir

Eg vil eisini nevna stórfingnu ætlanina hja SEV við einari vindmyllulund eystanfyri Nólsoy, eitt kvantelop inn i framtíðina sum SEV eigur nógv rós fyri! Tórshavnar Kommuna skal stuðla og eggja hesari ætlanin sum fer at geva nogv arbeiði og hátøknulig størv. Tað er stórur altjóða áhugi fyri vindmyllum til havs og fara altjóða feløg at sýna hesari ætlan ans.

Samanumtikið eru her nakrar ætlanir sum eru realistiskar og vilja verða til frama fyri Tórshavn og Tjóð okkara.

Johan Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo