Manchester United-stjørnan Henrikh Mkhitaryan fær ikki leikt FA-finaluna móti Southampton. Armenarin fekk skaða í dystinum móti Saint-Étienne mikukvøldið.
United-venjarin José Mourinho váttaði hetta á einum tíðindafundi.
– Mkhitaryan er ikki klárur til dystin sunnudagin. Phil Jones er klárur. Vit fáa at síggja í morgin (leygardagin), segði Mourinho.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo