Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Málfelagið – móðurmálinum at frama, sum André Niclasen, sáli legði lunnar undir, fer í kvøld, týskvøldið 29. sep., at hava framløgu av Móðurmálsalfabetinum í Miðlahúsinum kl. 20.

Í hesum sambandi verða fleiri stuttir fyrilestrar um evni.

Dan Reinert Petersen, formaður í Málfelagnum  hevur stutta kunning.

Jógvan í Lon Jacobsen, fyrrverandi formaður í Málnevndini, fer at tosa um teirra tilráðing um ikki at skerja tað vanliga latínska alfabetið.

Eivind Weyhe, limur í minnilutanum í Málráðnum,  fer at tosa um hví minnilutin í Málráðnum mælir til, at tað vanliga latínska alfabetið verður viðurkent og løggilt.

Síðani fer Jógvan Mørkøre, geografur, at tosa um Atlassið og okkara støðu í UNGEGN-deildini í ST. UNGEGN stendur fyri United Nations Group of Experts on Geographical Names.

Rolf Guttesen hugleiðir um ABC’ið og Atlassið

Randi Meitil, limur í minnilutanum í Málráðnum, tekur samanum.

Málfelagið sigur, at øll eru vælkomin.

Nevndin í Málfelagnum er: Dan Reinert Petersen, formaður. Randi Meitil, skrivari og Regin Eikhólm, kassameistari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo