Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ung og málið er evnið á almennum móðurmálstiltaki í Nýggjustovu, Gongini 8, í Havn, hóskvøldið 31. mars, kl. 19.

Høvuðsdenturin hetta kvøldið verður á føroyskum máli í filmi. Filmslistin í Føroyum er ung, og ung í Føroyum hava tikið hendan miðilin til sín. Pætur Marjunarson Dahl hugleiðir um føroyskt filmsmál og um føroyskt mál í filmi. Síðan hevur Birgir Kruse samrøðu við Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, og Marjuna Syderbø Kjelnæs, høvund.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setir tiltakið.

Fyrireikarar eru Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Føroya Fólkaháskúli, Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Tiltakið er ókeypis, siga fyrireikararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo