Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

- Mobilfríir skúlar skapa størri konsentrasjón og nærveru, sigur prosjektleiðari á Center for Digital Pædagogik í Danmark við Kristeligt Dagblad.

- Fleiri og fleiri skúlar hava funnið útav, at tá ið mobiltelefonirnar verða tiknar frá næmingunum, so verður munandi minni stress hjá næminginum, tí hugsanin um at onkur hevur postað okkurt á sosialu miðlunum verður tikin burtur, sigur hann.

- Nú eru nakrir mánaðir síðani at skúlin gjørdist mobilfríur, og bæðu skúlastjóri, lærarar og næmingar merkja ein stóran mun, sigur skúlastjkórin Peter Skov Thomsen á Alme Kristne Friskole í Norðursælandi, sum er ein av skúlunum har mobiltelefonirnar verða tiknar frá næmingunum, tá ið teir koma í skúla.

Við Kritsteligt Dagblad sigur hann at næmingarnir hava fingið meira frið til at konsentrera seg um skúlaarbeiði, tá ið teiur sleppa undan at hugsa um hvat sum hendur á mobiltelefonini.

- Ein næmingur hevði yvie 80 sms'ir, tá ið hann fekk telefonina aftur. Og fært tú so nógv sms ein skúladag, so er lætt at skilja at torført er at konsentrera tewg um skúlan, sigur Thomsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo