Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri kanningar hava víst at Moderna-vaksinan er effektivari móti deltavariantinum av koronavirusinum enn Pfizer/Biontech-vaksinan.

Kannaðir vóru 50.000 sjúklingar á Mayo-klinikkini í New York og vísti úrslitið at effektiviteturin hjá Moderna-vaksinuni móti at smittast við deltavariantinum var 76 prosent í juli. Fyrst í hesum árinum var vaksinan 86 prosent effektiv móti virusvariantinum sum herjaði tá.

Effektiviteturin hjá Pfizer/Biontech-vaksinuni fall somu tíð frá 76 prosentum til 42 prosent, visur kanningin, skrivar NRK.

Báðar vaksinurnar hindra álvarsamari sjúku og innlegging av teimum sum smittast, men niðurstøðan í Mayo-kanningini er at neyðugt kann gerast við einum eyka priki við Moderna-vaksinuni hjá teimum sum eru liðugt vaksinerað. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo