Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Aftur í ár fara vit í Føroyamál at seta dám á móðurmálsdagin 25. mars.
Vit hava opið hús, og evnið hesaferð verður móðurmálið og avbjóðingar hjá fólki í Føroyum við føroyskum sum annaðmál

Vit fara at hava sofaprát við Marjuna Lómaklett, ið virkar sum integratiónsprestur í Føroyum. Vit fara at spyrja Marjuna, hvussu umstøðurnar eru hjá børnum og familjum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Hvør er støðan, og hvør er tørvurin?

Vit fara eisini at hoyra frá lesandi á Fróðskaparsetrinum um nýggju útbúgvingina í føroyskum sum annaðmál. Hvussu er útbúgvingin skipað, og hvussu hon er ætlað skúlaverkinum og frálæruni í móðurmálinum?

Haldur Suni fer at lesa egnar yrkingar um móðurmálið

Tiltakið verður stroymt á fb-síðuni hjá Føroyamál.
Øll eru hjartaliga vælkomin til prát um móðurmálið, hugna og kaffi við onkrum góðum afturvið í Varðagøtu 8 í Tórshavn í húsunum hjá Yrkisfelagnum Miðnám kl. 15.00 til 16.30 móðurmálsdagin ☕️

Tiltak á Facebook: fb.me/e/4zo66r3tf

Áhugafelagið Føroyamál

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo