Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Viljormur Davidsen skoraði eitt av málunum, tá Føroyar í juni mánað í fjør vunnu 5-1 á Liktinstein í venjingardysti á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

Viljormur Davidsen skoraði eitt av málunum, tá Føroyar í juni mánað í fjør vunnu 5-1 á Liktinstein í venjingardysti á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

Viljormur Davidsen skoraði eitt av málunum, tá Føroyar í juni mánað í fjør vunnu 5-1 á Liktinstein í venjingardysti á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í UEFA Nations League, sum verða spældir í juni og september mánað, fer A-landsliðið við monnum á venjingarlegu í suðurspania frá 21. til 30. mars.

Umframt venjingar, verða eisini tveir venjingardystir á skránni. Leygardagin 26. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 29. mars klokkan 16:00, føroyska tíð, møtast Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Pinatar í Spania.

Síðani føroyska A-landsliðið við monnum fór upp í altjóða fótbólt, hava vit møtt Gibraltar eina ferð, og Liktinstein seks ferðir. Og úrtøkan ímóti hesum báðum londunum hevur higartil verið góð. Føroyar hava vunnið allar dystirnar, við málmuninum 20-5 samanlagt.

Í summar verður farið undir UEFA Nations League kappingini. Fýra dystir eru á skránni í juni mánað, og tveir dystir verða spældir í september.

Føroyar eru í bólki C1, saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava. Fyrsti dysturin verður á útivølli hósdagin 4. juni móti Turkalandi. Síðan eru tveir heimadystir á skránni móti Luksemborg og Litava ávikavist 7. og 11. juni.

Landsliðspakkin, ið er atgongumerki til allar heimadystirnar í UEFA Nations League í 2022, fæst til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo