Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tólv lond hava higartil leikt seg víðari til EM-endaspælið næsta ár.

Tey eru:
Ongland (Bólkur A)
Kekkia (Bólkur A)
Ukreina (Bólkur B)
Spania(Bólkur F)
Svøríki (Bólkur F)
Pólland (Bólkur G)
Frakland (Bólkur H)
Turkaland (Bólkur H)
Belgia (Bólkur I)
Russland (Bólkur I)
Italia (Bólkur J)
Finnland (Bólkur J)

24 lond verða við í Evropameistarakappingini. 20 av teimum kvalifisera seg ígjøgnum EM-undankappingina, meðan tey síðstu fýra kvalifisera seg ígjøgnum Uefa Nations Leauge.

Svøríki og Finnland hava tryggjað sær luttøku í endaspælinum, meðan Danmark kann gera tað sama við einum javnleiki ímóti Írlandi mánakvøldið. Norra kann eisini tryggja sær luttøku við at vinna ímóti Serbia í Uefa Nations League, meðan Ísland ikki verður við hesaferð.

Ísland hevur ein dyst eftir at leika í bólki H og liggur á einum 3. plássi í bólkinum við 16 stigum, fýra stig aftanfyri Turkaland á 2. plássinum og seks stig aftanfyri Frakland á 1. plássinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo