Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen hevur sambært DR av sínum eintingum avgjørt, uttan um Fólkaflokkin og Miðflokkin, at ein føroysk umboðsstova skal liggja í Tel Aviv og ikki í Jerusalem, sum er høvuðsstaður Ísraels.

Løgið hevði verið, um Ísrael legði sína sendistovu í Århus og ikki í Keypmannahavn, og tað tykist, sum at orsøkin til, at danir ikki vilja velja Jesusalem, er hatur og ræðsla.

Hatur móti jødum og ræðsla fyri muslimum.

Mann kundi væl komið til ta neyðsemjuna, at sendistovan ikki er diplomatisk, og at vit tí kundu lagt hana har vit vilja uttan at biðja um loyvi frá dønum. Ta neyðsemjuna hevur løgmaður als ikki hug til, sær tað út til, og við sínum undirgivna atburði, hevur hann greitt víst, at danir kunnu gera tað teimum lystir uttan mótmæli frá føroyingum.

EU sum undanførsla

Føroyar eru ikki ein partur av EU, og hvønn politikk EU vil reka eigur ikki at vera okkara høvuðpína.

EU hevur fyrr roynt at kroyst Føroyar, og tá gjørdu danir onki merkisvert fyri at hjálpa okkara parti av danska ríkinum. Táverandi løgmaður var eisini sambandsmaður – men munur á monnum. Kaj Leo loysti málið uttan um Danmark, og handilsavtalan við Rusland, sum hann stóð á odda fyri, gav okkum heilt nýggjar handilsmøguleikar og størri vælferð til landið.

At lata hatur og ræðslu stýra føroyska politikkinum er ábyrgdarleyst. Tað er ein glíðibreyt og eitt signal til umverðina um, at tað ber til at kroysta okkum til hvat sum helst.

Gunnar Isholm Simonsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo