Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vestmanna kommuna: Vestmanna Bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna.

Morten Hust Petersen er 46-ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Harafturat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina.

Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla.

Morten hevur arbeitt sum pedagogur síðani 1996. Frá 2008 – 2013 var hann leiðari av bústaðnum Rásini, ið er fyri ung við menningartarni. Tey síðstu fimm árini hevur hann verið leiðari á frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, ið leggur dent á rørslu av ymsum slagi.

Morten byrjar í starvinum 1. september 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo