Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit í ADHD-felagnum mótmæla eisini av tí allarharðasta fíggjarlógaruppskotinum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk hjá Almannamálaráðnum.

Vit vilja eisini vísa á, at tað er óvirðilig framferð at skunda eitt so týdningarmikið mál ígjøgnum, tí tað, sum tað stendur í broytingaruppskotinum “ikki eru stundir at senda uppskotið til ummælis. Tað hava heldur ikki verið stundir at umrøða uppskotið við aðrar partar.”

Nógv feløg og einstaklingar hava undan okkum víst á stóra týdningin eitt arbeiði hevur fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, at kunna avrika og vera ein partur av arbeiðsfjøldini á arbeiðsmarknaðinum.

Vit vilja eisini vísa á onnur perspektiv, tí tað løgnasta er, at vit tosa um ein arbeiðsmarknað, sum skríggjar eftir arbeiðstakarum, og sum hettar uppskotið fer at gera tað enn og verri at fáa.

Tí tit lóggeva fólkum í fyritíðarpensión!

Spara 1,5 millión?
Í premissinum fyri tykkara útrokning kastar arbeiðarin einki meirvirði í arbeiðið, men verður bert sæddur, sum ein útreiðsla.

-Hetta menniskjasýnið er virðisleyst og beinleiðis niðurlátandi!

At hava skert arbeiðsføri er IKKI tað sama, sum ikki at kunna arbeiða meira pening inn enn bert at dekka tína egnu løn!

Tí sakna vit, at landsstýriskvinnan eisini tekur við í roknistykkið, hvussu nógv meirvirði ein arbeiðstakari skapar fyri landið og setur roknistykkið upp av nýggjum.

- Tá er helst eingin króna spard.

Í botn og grund er hettar enn eitt forhastað og illa gjøgnumhugsað uppskot, ið ikki bert er eftir hæli peningaliga men so dyggiliga eisini menniskjaliga.

Vit mæla heldur til, at tit venda uppskotinum við og gera eina nógv betri skipan, sum gevur øllum, ið megna, at kasta í sum longst á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er góður sosial- og almannapolitikkur, sum skapar fíggjarligt og menniskjaligt meirvirði og lívsgóðsku.

Tí tað loysir seg hvørki so ella so at lóggeva fólk í fyritíðarpensión!

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo