Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógvir 100 bøndur hava í dag mótmælt hvussu javnaðarstjórnin hevur handfarið støðuna viðvíkjandi korona hjá minki í Danmark.

Bøndurnir hava koyrt í traktori inn í miðbýin í fleiri donskum býum, eitt nú Keypmannahavn og Aarhus. Boðini frá stjórnini hava seinni víst seg at vera uttan heimild í lóg, og sannlíkt eisini í stríð við sjálva grundlógina.

Tað var 4. november at Mette Frederiksen, forsætisráðharri, gav boð um, at allur minkur í Danmark skuldi takast av. Tað gjørdi hon eftir, at Statens Serum Institut hevði funnið nýggjar mutatiónir av koronavirusi frá minki sum eisini hevði smittað fólk. Longu 1. oktober vistu fleiri ráðharrar, at eitt slíkt tiltak kravdi lógarbroytingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo