Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri nøkrum døgum síðani møtti eg manni í pensjónsaldri. Hann er í almennum starvi, sera virkin og við góðari heilsu.

Prátið fall inn á fráfarðingaraldurin. Tá er tað, at hann tekur soleiðis til: “Hví skal eg fara úr starvi, bert tí eg í næstum røkki ein ávísan aldur” og so leggur hann afturat: “Heilsan er góð og eg eri væl fyri”.

Eg var púra samdur við honum og fekk hetta meg enn einaferð at hugsa um hugburðin, ið tykist at valda á økinum.

Fyrr í ár kom lógaruppskot(153/2018) frá landsstýrinum í tingið. Uppskotið gekk út uppá at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Men tað løgna við hesum uppskoti var, at tað skuldi allíkavæl bera til at gera mismun í móti einum ávísum samfelagsbólki, nevliga pensjónistunum.

Tí í viðmerkingunum til gr 3 stk 4 í uppskotinum varð beinleiðis sagt: “Hendan ásetingin er sett í lógina fyri at gera tað greitt, at tað ber til at gera mismun vegna aldur t.d.,tá ið persónur hevur nátt pensjónsaldur..”

Hetta átak frá landsstýrsins síðu kløkkaði uttan iva mangan pensjonistin og avvarðandi teirra.

Tøkk til teirra, ið mótmælt hava og víst á henda skeivleika.

Tað hevur fíggjarligan og stóran trivnaðartýdning fyri hin einstaka at vera í starvi og ikki minst samfelagsligan týdning.

Sum fyrrverandi arbeiðsgevari sigi eg hetta av roynum og tí er greiða støða mín og Miðfloksins, at tað skal verða førleikin og ikki aldurin, ið avgerð um ein skal gevast á arbeiðsmarknaðinum ella ei.

Hetta er nakað, sum komandi løgting/landsstýrið eigur og skal leggja sær í geyma og fáa í rættlag alt fyri eitt, soleiðis, at aldursmismunurin á almenna arbeiðsmarknaðinum verður strikaður.

Eiði, tann 7. August 2019
Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo