Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í dag fingu Anna Mohr og Aksel Bjartalíð Danielsen handað prógv innan skrivstovuyrkið í almennari fyrisiting. Borgarstjórin handaði teimum prógvini í Býráðssalinum.

Í lærutíðini hava tey bæði lært á ávikavist Snarskivuni, Fíggjardeildini og KT-deildini.

Á Snarskivuni hava tey lært at arbeiða við journalføring – 360, fólkayvirliti, barnaansingarskipan, Vaglinum, torshavn.fo, telefonmóttøku og umstilling, borgaramóttøku, grundstykkjaumsiting og at svara fyrispurningum frá borgarum. 

Á Fíggjardeildini hava tey arbeitt við bókahaldsuppgávum generelt -kreditorar, debitorar, høvuðsbókhald og við projektuppgávum.

Og á Starvsfólkadeildini hava tey arbeitt við lønarskipanin sum heild, vaktplan, e-løn, lønargreiðslu og lønarkunning, samskifti við leiðarar og starvsfólk um lønarumsiting, Totalview og øðrum uppgávum innan starvsfólkaumsiting.

- Tit hava lært á Føroya størsta arbeiðsplássi og eru lærd upp av starvsfólkum við umfatandi servitan á økinum. Tit hava fingið eina holla barlast við einari breiðari vitan innan almenna fyrisiting, sum ger tykkum før fyri at starvast innan skrivstovuyrki í øllum tí almenna geiranum í Føroyum.

Lærutíðin hjá tykkum skuldi byrja 1. apríl 2020, men hetta var júst tá alt samfelagið lat aftur vegna korona. Av tí sama kundu tit ikki byrja fyrr enn 1. mai 2020. Hetta hevur verið ein serlig tíð, har nógv hevur verið øðrvísi og sum hevur lagt stórt trýst á alt arbeiðsplássið Tórshavnar kommuna.

- Men hesar seinastu mánaðarnar eru vit komin aftur til vanligar gerandisdagar - og gott at tit eisini hava upplivað tað. Tit hava bæði tvey verið røsk og hava lært skjótt. Bæði tvey hava dugað at arbeiða sjávstøðugt og hava kunna tikið størri uppgávur á tykkum.

- Eg fari at takka tykkum og ynskja tykkum alt tað besta og blíðan byr í framtíðini. Arbeiðsmarknaðurin stendur púra opin fyri tykkum og eg ynski tykkum alla lukku í framtíðar virki tykkara, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann handaði teimum prógvini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo