Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fríggjadagin 18/5 kl. 14 hevur FabLab á Kambsdali opið hús.

Í eina tíð hevur FabLab verið royndarkoyrt fyri næmingum á Miðnámi á Kambsdali. Nú er komið so mikið áleiðis í royndunum, at FabLab verður latið upp alment. Samstundis er verkstovan blivin partur av altjóða FabLab netverkinum.

Ætlanin er í fyrstu atløgu, at hava alment opið tveir dagar um vikuna. Tá kann ein og hvør støkka inná gólvið, og gera egin hugskot ítøkilig við teimum tólum, sum eru tøk á verkstaðnum.

FabLab (fabrication laboratory) er eitt lítið vekstað, sum stuðlar undir digitala framleiðslu í smáari nøgd. Av tólum, sum eru á FabLab kunnu nevnast, 3D printarar, smáir og stórir fresarar, vinyl skerari, broderímaskina og lasarskerari.

Raksturin av FabLab er fíggjaður av Mentamánaráðnum, Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu. Fyritøkur í økinum kring Kambsdal hava stuðla íløguni í tólini á verkstaðnum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og umboð fyri kommunur og stuðlar fara at flyta fram røðu á móttøkuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo