Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tann 23. maj í 2006 flutti fyrsta búfólki inn á Ellis- og Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi. Sostatt hevur heimið í hesum døgum 10 ár á baki.

Hesin dagur verður hátíðarhildin á Mørkini við eini almennari móttøku á sjálvum 10 ára degnum
mánadagin tann 23. mai 2016 frá kl. 15 til 17.

Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Saksunar-, Haldórsvíkar-, Sunda- og Gjáar  Kommuna (sum ídag eru 1 kommuna undir navninum Sunda Kommuna) tóku upprunaliga stig til at fáa heimið bygt. Løgtingið játtaði stuðul á 0,5 mio. kr. pr. pláss (32 pláss íalt), svarandi til íalt 16 mio. kr., meðan kommunurnar átóku sær at fíggja restkostnaðin. Samlaði kostnaðurin av byggingin varð íalt ca. kr. 38 mio. kr.

Eftir at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita pr. 1. januar 2015, er heimið partur av samstarvinum ímillum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Samstarvið hjá hesum kommunum virkar í dag undir navninum Heimatænastan í VEKS – sí veks.fo.

Heimið hevur havt ein týðandi lut í menningini av tænastustøðinum til eldru borgararnar í økinum. Í hesum 10-ára skeiði hava einir 90 borgarar havt fast búpláss á heiminum, meðan talið av borgarum sum hava verið inni til umlætting liggur oman fyri 400.

Í tann mun pláss hava verið tøk, hava eisini borgarar úr øðrum kommunum í landinum leiga bú- ella umlættingarpláss. Í hesi 10 árini hava 2 kommunur, sum ikki eru partur av VEKS samstarvinum, leigað búpláss á Mørkini, meðan 12 kommunur, sum ikki eru partur av VEKS samstarvinum, hava leigað pláss til umlætting.

Tað er ein sannroynd, at Ellis- og Røktarheimið á Mørkini er ein av ímyndunum av samstarvi.

Upprunaliga vóru tað 6 kommunur sum tóku stig til heimið. 8 ár seinni varð samstarvsavtala við 3 aðrar kommunur undirskrivað, soleiðis at Mørkin gjørdist partur av einum víðkaðum kommunalum samstarvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo