Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við, at Starvsmannafelagið hevur fingið nýggjan formann verður almenn móttøka í hølunum hjá Starvsmannafelagnum seinnapartin hósdagin.

Á aðalfundinum herfyri varð Súni Selfoss valdur til formann í Starvsmannafelagnum. Hann tekur við eftir Selmu Ellingsgaard, sum hevur verið formaður felagsins seinastu 8 árini.

Til tess at markera vaktarskifti verður almenn móttøka í hølum Starvsmannafelagsins í J.H. Schrøtersgøtu 9, hósdagin kl. 15.00 til 18.00. Har verður møguleiki at heilsa uppá fráfarandi forkvinnuna og nývalda formannin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo