Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Amerikanska brúkarafelagið Organic Consumers Association (OCA) hevur stevnt Mowi USA og Mowi Ducktrap fyri tað mett verður sum villleiðandi marknaðarføring og sølulýsingar af royktum alilaksi.

Stevning er vegna OCA sett fram av Richman Law Group og latin hægstarætti í Washington í District of Columbia, og har víst verður til reglur og ásetingar um brúkaratrygd í Consumers Protection Procedures Act.

OCA stjórin, Ronnie Cummins, sigur frá, at flestu fólk, ið keypa royktan Atlantarhavslaks marknaðarførdan við ”All Natural” og ”100% All Natural”, verða ovfarin at fáa at vita, at laksurin er aldur í tætt stúvaðum nótum og viðgjørdur við syntetiskum kemiskum evnum, íroknað lúsabasingarevnum og heiluvág.

Eftir óteljandi brúkarakanningar vísti seg at álitið á vøruna marknaðarførda sum ”All Natural” var stórt, og uttan illgruna at vøran varð framleidd við syntetiskum kemikalium, pestisidum og heiluvági.

Brúkarin vísir seg í kanningum hjá OCA áhugaðan at gjalda hægri prís fyri vørur merktar sum ”natural”, og leggur dent á at vøran ikki hevur umhvørvisdálking við sær, og at djóravælferð er í hásæti.

Afturat marknaðarføring við fráboðan á vøruna sum ”All Natural” og ”100% All Natural”, heldur OCA uppá, at MOWI villleiðir keyparan við uppáhaldinum at alilaksurin er burðardygg framleiðsla, umhvørvisliga burðardygg og vistfrøði-vinarlig, og við tí, at vøran lúkar krøv til djóravælferð og er fult sambærlig við strong umhvørvis- og náttúruverndarkrøv.

Enntá verður alilaksurin marknaðarførdur sum framleiðsla frá Maine og strandaøki harumleiðir, meðan verunleikin er at fiskurin er ídnaðarframleiddur og stavar frá londum uttan fyri US.

Hvat úrslit og niðurstøðu rætturin kemur til, verður áhugavert at hoyra, men tá sjálvt Donald Trump noktar fyri at innflyta alilaks har kópur skal lata lív, kann roknast við tí versta.

Burðardygd og villleiðandi marknaðarføring
Burðardygg menning og burðardygg framleiðsla er eitt jagla og tamba fyribrigdi, ið verður brúkt allar staðir har eitt sindur av dygdarfrámerki skal til fyri at fáa vælvild og forstáilsi frá borgaranum.

Alt kann skýrast burðardygt nú á døgum.... burðardygg hitaorkuframleiðlsa við grønari orku frá KOB og SEV, ið er so svørt sum kol, burðardygg grótbrot eru enntá uppá tal, og burðardygg fiskivinna har trároynt verður til síðsta stertin, burðardygg bygging har ikki eingang bálvingin ella klæðingin er í nánd av burðardygd, og so toppurin av kransakøkuni: burðardygg alivinna enntá við ASC-frámerki frá WWF, ið er við at avoyða og forkoma Atlantarhavslaksin.

Burðardygd merkir at búskaparlig, social og umhvørvis-náttúru krøv skulu øll verða gingin á møti í einari heild. Tí hjálpir tað púrt einki í burardyggum høpi at nógvur peningur er at heinta í alivinnuni, enntá at fleiri arbeiðspláss eru tøk, um so er at lívfrøðilig náttúru- og umhvørviskrøv ikki kunnu lúkast, næst at socialir faktorar sum frítíð, mentan og trivnaður verður niðurlagað vegna alivirksemið.

Rávørugrundarlagið er partvís hóttir pelagiskir fiskastovnar, og partvís plantufóður sum GMO soya frá niðurhøgdari frumskóg í Brasil og Argentina, GMO raps frá Canada, ið hevur verið umvegis Kina til góðskingar, illa pestisidfongt hveiti og víðari ein røð av tilsettum kemiskum evnum ...at lita fiskin við, konservering af fóðurinum, lúsabasingarevni, vaksina og heiluvágur, og fylgjandi ein ovurstór dálking av firðum og sundum.

Sloppin alilaksur blandar seg við villan laks og niðurlagar styrki og dygd í villa laksinum, ið er minkaður til eina helvt í norðurhøvum, just sum sjósílið er hótt at verða avoytt, og at lívfrøðiliga margfeldni annars er undir hørðum trýsti frá dálking og lúsabasingarevnum.

Fleiri kilo av heilsugóðum pelagiskum fiski verða saman við plantufóðuri minkað niður til eitt kilo av alilaksi, ið á ongan hátt kann sigast at vera heilsugóð matvøra, enntá sera vandamikil, næst at tað ikki er ein vøra fyri minni múgvandi. Her er sostatt talan um at 4 kanska 5 heilsugóðir døgverðar verða minkaðir niður til ein einstakan, ið enntá er vánalig mannaføði. Sostatt er heldur ikki her talan um nakra burðardyg, tvørturímóti, og als ikki at fáa til vega meira føði til eitt økjandi tal av heimsins íbúgvum.

Alivinnan promoverar seg við lágum CO2 útlátið og samanber seg við svína- oksa- ella høsnarungaframleiðslu.... m.a. tí svín, neyt v.m. brúka nógv vatn, hava stórt útlát av methangassi, taka nógv pláss og eta eina rúgvu av græsi....og plantufóðuri m.a. GMO soya. Men alivinnan umrøður sjálvandi ikki skipaflutning kring hálva klótuna, og slettis ikki flogfrakt, ið er ein ovurstórur CO2 syndari.

Smábøndur í Brasil og Argentina eru blivnir trælir hjá soya-kapitalinum og hava fingið eina sera vánaliga tilveru við alskyns sjúkum og heilsuskaðum frá nýtsluni av sproytuevnum til gróðurin. Á sama hátt hava milliónir av útróðararmonnum kring vesturstrond Afrika mist sín heilsugóða og kostnaðarfriða pelagiska fisk, og aðrar fiskastovnar við, og eru blivnir trælir hjá kinverskum, íslendskum (Samherji) og føroyskum (Framherji), svenskum og donskum nótaskipum og trolarum, ið á gramleikans altari ikki halda seg frá at tøma fiskastovnar hjá øðrum tjóðum.

Búskaparliga burðardygt...kannn sigast, men tá náttúru- umhvørvis- og socialu faktorarnir slettis ikki eru gingnir á møti, dettur búskaparligi parturin niður ímillum og við tí ætlaða burðardygdin.

At slík rættuliga einføld áseting um burðardygd, sum lýst frá ST stevnuni í Rio- De Janeiro í 1992, har sáttmálin um tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni eisini varð samtyktur – og har veðurlagssáttmálin hevur tikið sína tíð til Paris-avtaluna, ið føroyingar enn ongan veg eru komnir við, ikki er til at skilja hjá sjálvt væl útbúnum akademikarum á Fiskaaling, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella Umhvørvisstovuni, er ov vánaligt.... sjálvt um vit væl vita, at hesi dugnaligu fólk væl vita, at ”burðardygdin” slettis ikki finst í alivinnuni, men at neyðugt er og verður at hava eina mánaðarliga inntøku.... og má tí berast yvir við teimum.

Villleiðandi marknaðarføring ikki loyvd
Tað er ikki loyvt at marknaðarføra eina vøru sum verandi so og so heilsugóða, um tað ikki er satt. Og tað er heldur ikki loyvt at marknaðarføra eina vøru sum NON-GMO, um tað vísir seg at vøran er grundað á m.a. GMO-soya og GMO raps. Og á sama hátt er heldur ikki loyvt at marknaðarføra eina vøru sum burðardygt framleidda, um so er at vøran ikki lúkur krøvini og ásetingarnar til burðardygd.

Í londum har lógir og reglur verða meira og minni skúgvaðar til viks tí kapitalsterkar fyritøkur hava sett seg á og fingið tíðandi leiklut í samfelagsbúskapinum, er vandin stórur at alt samfelagið skamblar saman tá umhvørvis- og náttúruparturin í burðardygdini ikki megnar at standa móti, sum vit síggja í størri og størri mun við støðugari niðurlaging í havsins lívfrøði.

Politiska atgerðin er stuttskygd og hevur ongar langtíðar ætlanir at tryggja komandi ættarliðum eitt livistøði og somu kor og umstøður sum tey undan fóru, og kann tí ein óvantaður og rættuliga álvarsligur steðgur íkoma í alla fiskivinnuna og tilverugrundarlagið sum heild.

Náttúran og umhvørvið er frá uppruna ikki tilætlað ella innrættað til eina kapitalistiska búskparskipan har vøkstur, vøkstur og meira vøkstur er sjálvsagdur lutur. At tað omaná trároynd eftir náttúrunar tilfeingi verður løgd ein ómetalig álvarsom dálking og niðurbræðing av øllum livandi í sjónum, skal ikki nógv akademisk ella vísundalig vitan til fyri at skilja, at hetta kemur ikki at spæla væl av.

Politikarnir skulu ganga verandi sum komandi borgarum á møti, tryggja náttúru- og umhvørvisvirðini, og seta fram tey krøv, sum eru neyðug til at tryggja eina sanna burðardygga framtíð, og har orðið burðardygd ikki verður loyvt misbrúkt av kapitaláhugamálum.

Kári Thomsen

Leinkja til grein á Intrafish: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo